Skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp

Á tíðindafundinum, sum í løtuni er í Noregi, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari, at Tom Hagen nú er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til drápið av konu síni.

 

 

Í løtuni er tíðindafundur í Noregi, har løgreglan greiðir frá, hví tey í morgun hava handtikið miljarderin, Tom Hagen, og hvat tey nú skuldseta mannin fyri. Fyri hálvum øðrum ári síðan hvarv kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, úr heiminum hjá familjuni í Lørenskog, og síðan hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hana.

Á tíðindafundinum greiðir kanningarleiðarin hjá løgregluni, Tommy Brøske, frá, at illgrunin móti Tom Hagen er styrktur, sum tíðin er gingin, og í morgun hevur løgreglan so handtikið mannin, sum nú er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp. Kanningarleiðarin segði, at líkið av Anne-Elisabeth Hagen er ikki funnið enn.

Á tíðindafundinum verður eisini upplýst, at løgreglan í fyrsta lagi vil hava miljarderin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, meðan nýggjar og framhaldandi kanningar verða gjørdar. Tommy Brøske segði eisini, at kanningararbeiðið hjá løgregluni bendir á, at brotsgerðin móti Anne-Elisabeth Hagen hevur verið neyvt tilrættaløgd.

Løgreglan heldur, at samlaða próvtilfarið í málinum styrkir illgrunan móti miljarderinum og ein partur av tí, sum nú skal fara fram, er at royna at finna út av, um onnur enn Tom Hagen kunnu hava verið við í brotsgerðini, sum varð framd móti Anne-Elisabeth Hagen hin 31. oktober í 2018.

Løgreglan hevur í morgun lagt hald á bilin hjá ríkmanninum, og kriminalteknikarar hava enn einaferð verið í heiminum í Lørenskog og lagt hald á ymiskt. Á tíðindafundinum varð eisini upplýst, at nýggjar avhoyringar skulu gerast av Tom Hagen, sum løgreglan nú hevur skuldsett í málinum. 

Á tíðindafundinum varð løgregluadvokaturin, Åse Kjustad Eriksson, spurd, um løgreglan veit, hvar líkið av Anne-Elisabeth Hagen er. Hon segði, at tað hava tey ongar ítøkiligar upplýsingar um, men hildið verður fram við at leita eftir líkinum, tí tað hevur stóran týdning fyri málið, at líkið verður funnið.

##med2##