Talan er um 26 ára gamlan mann, sum í fjør summar varð fríkendur fyri morð í Føroya Rætti. Ákæruvaldið skeyt tann dómin inn fyri landsrættin, og tann rættarfundurin byrjaði í dag.
Skuldsetingin snýr seg um, at maðurin um náttina tann 20. november í 2012 skal hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen á ógreiðan hátt og tveitt hana á sjólgv í Hvannasundi og fara frá henni, so hon druknaði.
Sambært dóminum hjá Føroya Rætti var einki læknaligt prógv fyri, at nakað revsivert er farið fram, og tí varð maðurin fríkendur.
Tað var eitt einmælt nevningating, sum segði, at neyðugu prógvini ikki vórðu løgd fram um, at maðurin hevur dripið gentuna.