Løgreglan hevur tikið ein mann og hann er skuldsettur fyri neyðtøku, Løgreglan sigur, at tað var leygarmorgunin, at ringt varð til teirra at boða frá eini neyðtøku. Tað er ein kvinna, sum sigur, at hon er neyðtikin í sambandi við eina veitsluu, sum var. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava tey tikið ein mann og hann er skuldsettur fyri neyðtøku. Løgreglan sigur, at nú verður arbeitt víðari við málinum.
Annars hevur tað verið ófriðarligt rundan um Hvítusunnuna. Leygarmorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at innbrot hevði verið í Læknamiðstøðini í Miðvági og har er nakað av heilivági stolin. Ennn hava tey ikki fult yvirlit yvir, hvussu nógvur heilivágur er stolin, men løgreglan hevur verið á staðnum og hevur tryggjað sær ymisk spor.
Somuleiðis hevur løgreglan fingið trý mál um harðskap at kanna. Í tí eina førinum varð ein maður sligin á andlitið við eini fløsku. Fløskan brotnaði ikki, men slagið var kortini so hart, at maðurin varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar. Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri harðskapin og vitni eru avhoyrd.
Í einum øðrum føri er ein maður skuldsettur fyri harðskap í tveimum førum. Hann slóð tveir mans í andlitið og hóast tað hendi í sama viðfangi, verður tað viðgjørt sum tvey sjálvstøðug mál. Annars hevur løgreglan verið nógv til staðar í býarlívinum og nakrar ferðir hava tey skilt fólk sundur, sum vóru við at fara til hendurs. Í hesum sambandi hava nøkur mál verið, har fólk hava verið so ólatað, at tey hava fingið bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.