Norska trygdartænastan PST váttaði í dag, at teir tríggir menninir, sum vórðu tiknir í síðstu viku, høvdu lagt ætlanir um yvirgang á norskari jørð. Ákærin Signe Kathrine Aalling segði á tíðindafundi, at menninir høvdu ætlanir um eina atsókn við einari bumbu, sum skuldi gerast úr tí vandamikla evninum peroxid.
Tveir av monnunum, ein 31 ára gamal usbekari og ein 39 ára gamal norskur ríkisborgari, vórðu tiknir í Noregi hósdagin. Tann triði, ein 37 ára gamal maður úr Irak, varð tikin í Týsklandi. Allir tríggir avsanna, at teir høvdu nakað við nakra yvirgangsætlan at gera.
Norska trygdartænastan hevur sagt, at menninir hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al--Qaeda, og at teir hava havt samband við fólk í Bretlandi og í USA.