Konni Kass gav fyri kortum út nýtt videolag til nýggja staklagið »Rain«.
Heiðrikur á Heygum hevur leikstjørnað, filmað og klipt, videolagið til nýggja staklagið »Rain« hjá Konni Kass. Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson hevur sniðgivið jakkan og Allan Hjort hevur verið hjálparfólk.
– Eg gav Heiðriki tekstin og lagið, og so fekk hann fríar teymar at skapa tað, sum hann hevði hug til. Lagið, orðini og produktiónin fylla nógv, og tí nýtist ikki at henda so nógv visuelt. Hetta passaði væl, tí Heiðrikur og eg skuldu vera kreativ undir korona avmarkingunum í Keypmannahavn, sigur Konni Kass, sum eisini verur at hoyra í Norðurlandahúsinum 10. og 11. februar og í Tøting 13. februar.
Síggj videolagið niðanfyri
##med2##