Síðani 1976 hevur skúlin á Frælsinum staðið sum ein varði í føroyska samfelagnum – eitt týðandi prógv um okkara vilja at vera eitt rúmligt samfelag, ið tekur sær av øllum børnum sínum.
Vígslan av skúlanum í 1976 var partur av størri tilgongdini at geva føroyskum børnum, ið bera brek eitt gott og hóskandi skúlatilboð í Føroyum. Føroya Spesialskúli hevði virkað frá 1962.
Í dag ganga umleið 70 næmingar á skúlanum við ymiskum avbjóðingum og diagnosum. Hóast tørvurin er fjølbroyttur, er fakliga dygdin í hásæti. Roynd starvsfólk tryggja, at hvør einstakur næmingur fær møguleika at mennast á sínum støði.
Seinastu árini er trýstið á skúlan vaksið alsamt. Fleiri børn hava tørv á tí serundirvísing, sum skúlin bjóðar, og tað hevur havt við sær, at skúlin í dag er vorðin ov trongur.
Karmar, ið skapa menning
Hóast námsfrøðiliga dygdin er góð, bera karmarnir brá av elli. Í arbeiðinum við børnum við serligum tørvi eru karmarnir eitt beinleiðis amboð, ið ger munin millum órógv og menning.
Játtanin til betri ljóðviðurskifti í vetur var eitt kærkomið fyrsta stig. Skal Skúlin á Trøðni framhaldandi vera eitt dygdargott undirvísingartilboð, krevst ein heildarumvæling og nútíðargerð av hølunum. Málið er, at bæði næmingar og starvsfólk fáa bestu arbeiðsumstøður.
Opið hús í dag
Í dag verður hátíðarhald á skúlanum við næmingunum. Seinnapartin frá kl. 15.00 til 17.00 hevur skúlin opið hús, har fyrrverandi næmingar, starvsfólk og vinir eru hjartaliga vælkomin á gátt til drekkamunn og prát um skúlans søgu og framtíð, skrivar skúlastýrið í tíðindaskrivi í morgun.











