Kári P.Højgaard, løgtingslimur
Av tí at flestu val ikki hava givið flokkunum umboðan í mun til atkvøðutalið, eru tvey uppskot um broytingar í vallógini, løgd fyri løgtingið í hesum valskeiði. Í fyrra uppskotinum varð útrokningarhátturin broyttur og talið minkað úr núverandi 7 niður í 5 valdømi. Seinra uppskotið legði upp til, at Føroyar vórðu eitt valdømi.
Eitt triðja uppskot, ið tveir serfrøðingar høvdu tilevnað, varð framlagt fyri løgtingslimum, men heldur ikki hetta uppskotið vann frama.
Hví broyta í vallógina?
Taka vit til dømis úrslitið frá seinasta løgtingsvali, so fekk B við 7503 atkvøðum sjey tinglimir, meðan E við 6890 atkvøðum fekk átta tinglimir.
D við 1461 og H við 1661 atkvøðum fingu ongan umdømisvaldan, men ávikavist 1 og 2 eykatinglimir. Í minsta valdøminum hava 1085 veljarar atkvøðurætt. Teir 1023 veljararnir, ið greiddu atkvøðu, fingu tveir umdømisvaldar tingmenn.
Orðaskifti í løgtinginum um broytingar í vallógini staðfesti, at allir flokkar eru samdir um, at verandi skipan ikki er nøktandi. Ásannandi at so er, hevur løgtingsformaðurin vegna alla tað politisku skipanina tikið stig til at tosa við flokkarnar, hvussu fram skal farast. Løgtingsformaðurin hevur hægstu tign og tekur hetta stig umboðandi Løgtingið. Tí er tað er óvirðuligt, at leggja trýst á formannin, til tess at støðga arbeiðinum.
Demokrati byggir á, at meirilutin ræður. Einasti háttur at fáa ein virðiligan enda á orðaskiftinum um broytingar í valskipanini er, at løgtingslimir eftir bestu sannføring fáa loyvi at atkvøða um uppskotið frá løgtingsformanninum.