Skulu í eldin týsdagin

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fara at samráðast um nýggjan sáttmála saman

Tað er ikki meiri enn blivin friður á almenna arbeiðsmarknaðinum, so stendur tann privati arbeiðsmarknaðurin fyri skotum.

Tí beint nú, semja er fingin um teir størstu sáttmálarnir millum fíggjarmálastýrið og feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, fara feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum til samráðingarborðið.

Fyribils hava Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag gjørt av at samráðast í felag.

Enn er ikki avgjørt um hini feløgini eisini verða við í samráðingunum.

Tann fyrsti fundurin ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin, og arbeiðsgevararnar hinumegin, verður nú týsdagin.

Sáttmálin gongur út Dýra biðidag, 30. apríl.


Ongantíð so nógv fólk

Men áðrenn samráðingarnar, skal aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag fáast frá hondini.

Hann skuldi verið hildin fyri einum mánaða síðani, men mátti útsetast tí arbeiðssteðgurin hevði lagt samferðsluna lamnað.

Tískil verður aðalfundurin ístaðin hildin í dag og í morgin í hølum felagsins í Tjarnadeild í Havn.

Ingeborg Vinther sigur, at hetta verður fjølmentasti aðalfundurin í søgu felagsins.

Heili 147 umboð fyri lokalfeløgini kring landið hava boðað frá luttøku, og so nógv fólk hevur ongantíð verið á aðalfundi fyrr.

Tað mesta, sum hevur verið higartil, er 130 fólk.

Tað eru bara nevndarumboð fyri tey ymsu lokalfeløgini, sum hava atgongd til aðalfundin.

Og hon fegnast stórliga um, at so nógv fólk koma á fundin, tí tað ber boð um ein veksandi áhuga fyri felagsarbeiðnum.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag veit ikki, hvussu tað ber til, at so nógv fólk verður á aðalfundinum í ár.

? Men helst eru tað tær komandi sáttmálasamráðingarnar, sum gera, at áhugin fyri aðalfundinum er so stórur.

Men hon vísir eisini á, at nevndin í Føroya Arbeiðarafelag hevur hildið rættiliga nógvar fundir fyri limirnar kring landið.

Og tað, at sambandið í- millum meginfelagið og lokalfeløgini hevur verið so nógv, kann hava gjørt sítt til, at áhugin fyri aðalfundinum er vaksin.

Tað, sum verður sermerkt við aðalfundinum hesuferð, er ikki bara, at tað verða óvanliga nógv fólk á fundinum.

Tað eru eisini óvanliga nógv mál á skránni.

Ingeborg Vinther sigur, at umframt tey føstu evnini á fundarskránni, eru tað heili 19 mál sum koma til viðgerðar.

Hetta eru mál, sum lokalfeløgini hava send inn og tey snúgva seg um øll møgulig viðurskifti, bæði um verkfalsgrunn, verkamannagrunn, eftirløn, lívstryggingin, fundarvirksemi o.s.fr.


Ikki minni enn hini

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag roknar við, at ikki minst eftirlønin og lívstryggingin verða tey stóru málini á aðalfundinum, men ætlanin er eisini at tosa um verkamannagrunnin,

Men tað størsta málið verður helst sáttmálasamráðingarnar, sum standa fyri durum.

Ingeborg Vinther sigur, at tað er ilt at spáa um, hvussu samráðingarnar fara at ganga.

Hon sigur, at tey bæði arbeiðarafeløgini hava ikki gjørt krøvini upp enn.

Tað fer at verða gjørt nú, aftaná aðalfundin.

Men Ingeborg Vinther sigur, at eftir hennara tykki kann tað ikki ikki koma upp á tal at góðtaka eina lønarhækking, sum er minni enn 10 %.

Hon sigur, at verða umflokkingar og allir aðrir snøklar taldir uppí, man lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum verða eini 10% tilsamans.

Hon veit ikki, um úrslitið á almenna arbeiðsmarknaðinum kann brúkast til útgangsstøðið í samráðingunum við arbeiðsgevararnar.

?Men ein lønarhøkking uppá minni enn 10% kann ikki koma upp á tal eftir mínum tykki, sigur Ingeborg Vinther.

Hon vísir á, at keypiorkan er fallin yvir 20% tey seinastu árini, so vit hava ikki ráð til eina minni lønarhækking enn 10%.

Formaðurin í FA vísir á, at verkafólkið hevur sanniliga víst samfelagssinni og hava verið sera hóvlig í sínum krøvum øll kreppuárini.

? Hesi seinastu nógvu árini er lønin ikki hækkað, samstundis sum keypiorkan er munandi lækka.

? Vit hava víst hóvsemi fyri at geva vinnuni ein møguleika at koma á føtur aftur eftir kreppuna.

? Men nú tað er farið at ganga betri, er tað sjálvsagt, at tað má eisini hugsast um lønarkorini hjá verkafólki.

Men umborð fyri vinnulívið tvíhalda um, at vinnan er so illa fyri, at tað eru ikki ráð til at hækka lønirnar?

? Hatta er beinleiðis tvætl. Hetta er sama søgan hvørja einastu ferð lønarhækkingar til verkafólkið koma uppá tal.

 Men Ingeborg Vinther heldur, at hesuferð hava vinnulívsmenninir avdúkað seg sjálvar

? Tí samstundis, sum teir gremja seg um ?neyð og elendigheit?, er Dagblaðið við at flóta yvir av reypi um, hvussu væl vinnan gongur og- ikki minst- hvussu stórt yvirskotið er, sigur Ingeborg Vinther.