Foreldur, sum vilja ansa sínum egnu børnum heima, skulu fáa samsýning fyri tað.
Tað halda teir báðir sjálvstýrismenninir á Løgtingi, Bárður Kass Nielsen og Kári P. Højgaard.
Tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um dagstovnar soleiðis, at kommunur skulu kunnu løna teimum foreldrum, sum passa børnunum heima, ístaðin fyri at rinda fyri dagstovnapláss til tey.
- Aldursbýtið í Føroyum er skeiklað og tað krevur politisk átøk, og allir flokkar eru á einum máli um, at eitt átak er at bøta um umstøðurnar hjá smábarnafamiljum, siga teir báðir sjálvstýrismenninir.
Og tilboðið um at ansa sínum egnu børnum heima, og at fáa eina samsýning fyri tað, er eitt beinrakið átak, sum fer at bøta munandi um trivnaðin hjá smábarnafamiljum, og sum fer at stimbra undir tilflyting til Føroya.
Bárður Kass Nielsen Kári P. Højgaard nevna, at í Danmark er hetta galdandi, og har fáa foreldur 5.000 - 7.000 krónur um mánaðin fyri eitt barn ímillum 0-3 ár, og tey fáa 3.000 - 4.000 krónur um mánaðin fyri eitt barn ímillum 4-6 ár. Og tað fáa tey í eitt ár.
Teir vísa á, at í onkrari kommunu í Danmark siga tey, at tað eru serliga fólk, sum flyta til kommununa, ið brúka skipanina, til tey hava fingið eitt fast ansingarpláss til barnið.
- Men tað eru fá foreldur, sum brúka skipanina. Í Odense er talan um foreldur at 40 - 60 børnum, men í kommununi eru 8.500 ansingarpláss.
- Eitt slíkt tilboð fer uttan iva at vera kærkomið hjá nógvum smábarnafamiljum og gevur foreldrunum ein góðan og møguleika at tilrættisleggja gerandisdagin eftir egnum tørvi, siga teir báðir.
- Hetta fer eisini at linka trýstið á dagstovnarnar nakað, so vilja kommunur tað, kunnu tær útseta nýbygging og útbygging av ansingarstovnum.
Bárður Kass Nielsen Kári P. Højgaard siga, at hetta fer ongar fíggjarligar avleiðingar, tí talan er bara um at flyta gjaldið, kommunurnar skulu rinda fyri ansing á einum stovni, til foreldrini.