Skaldsøgunevndin er nú sett, boðar bókhandlarafelagið frá. Skaldsøgunevndin skal døma um bestu føroysku samtíðarskaldsøguna, ið verður fyrsti vinnarin av Føroysku bókhandlaravirðislønini og teimum 50.000 krónunum, ið fylgja við henni.
Tað er Bókhandlarafelagið, ið skrivaði út kappingina á Bókadegnum í novembur, men ikki fyrr enn nú er dómsnevndin sett.
Í dómsnevndini sita Bergljót av Skarði, sum umboð fyri LISA, Pætur M. Dahl, sum umboð fyri lesaran, Eileen Anthoniussen sum umboð fyri bókhandlarnar, Marna Jacobsen fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Bergur D. Hansen sum umboð fyri Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum.
Í Bókhandlarafelagnum eru, H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.
Formaðurin í Bókhandlarafelagnum, Kári Árting, stjóri í Rit & Rák, kunngjørdi í novembur 2014, at "Tann føroyska bókhandlaravirðislønin", 50.000 krónur og útgávusáttmáli við BFL, verður kunngjørd á Bókadegnum tann 21. novembur 2015. Tó gjørdi Kári Árting vart við tá, at dómsnevndin, ið nú er sett, tilskilar sær rætt til ikki at velja nakran vinnara.
Innlatingarfreistin til kappingina er 1. septembur 2015. Skaldsøgan skal vera ein samtíðarskaldsøga og skal í høvuðsheitum fara fram í føroyska samfelagnum. Søgan kann fara aftur í tíð, um tað er av týdningi fyri skaldsøguna. Skaldsøgan skal vera minst 150 telduskrivaðar síður à 2.000 eindir,