Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasiðu sínari, at fyrsti fundurin hjá dómsnevndini, sum skal skipa fyri navna- og búmerkjakapping til nýggja samanlagda skúlan, varð hildin í vikuni.
Í dómsnevndini eru vald Jóhann Lützen, nevndarformaður, Edward Fuglø, Andras Sólstein, Vagn Foldbo, Jastrid Gulaksen, John Færø og Tonja Ziskason, sum er skrivari hjá dómsnevndini.
Upprunaliga var ætlanin at skriva út eina navna- og búmerkjakapping, men nevndin samdist um, at skriva út eina navnakapping fyrst og síðani - tá henda er avgreidd og navnið funnið - eina búmerkja¬kapping. Nevndin var samd um, at henda mannagongd er tann skilabesta, m.a. tí talan er um tvær rættiliga ólíkar kappingar, har navnakappingin appellerar til málsligar, søguligar og landafrøðiligar førleikar, meðan búmerkjakappingin meira dúvar uppá skapandi og sniðgevandi førleikar hjá fólki. Eisini er navnið ofta ein týðandi fortreyt, táið eitt búmerki skal finnast og formast. Tí metir nevndin, at besti og eisini tryggasti leisturin er at hava kappingina í tveimum atskildum kappingum – fyrst navnið og so búmerkið.
Navnakappingin, sum verður opin fyri øll at luttaka, verður skrivað út í næstum, stendur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.