Skulu gjalda fyri at eiga barn á Landssjúkrahúsinum

Summar mammur skulu rinda yvir 20.000 krónur fyri at eiga á Landssjúkrahúsinum

Tað fyrsta, summi børn, ið verða fødda Landssjúkrahúsinum, fáa í vøggugávu frá føroyska samfelagnum, er ein rokning upp á 22.000 krónur.

 

Tað staðfestur Jenis av Rana, løgtingsmaður, og tað heldur hann, er heilt burturvið. Hann sigur, at í summum førum skulu útlendskar kvinnur, sum eiga barn við føroyskum pápum, gjalda fyri at sleppa at eiga barnið í Føroyum. Hetta er í teimum førum, har øll pappírsviðurskifti ikki eru avgreidd, áðrenn tey eiga.

 

Men hann vísir á, at talan er um kvinnur, sum eru fluttar til Føroya, og sum eiga barn við einum føroyskum pápa. Tískil er talan í roynd og veru um ein føroying, sum verður borin í heim. Og tað kann ikki vera talan um, at fyrsta heilsanin tey fáa frá føroyska samfelagnum, er ein rokning upp á tíggjutals túsund krónur.

 

Í Løgtinginum í morgun vóru fleiri tinglimir samdir við honum, og eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, heldur, at hetta er in órættvís skipan, sum eigur at verða broytt. 

 

Men hon vísir á, at hetta er ikki ein nýggj skipan, tí hetta hevur verið galdandi í nógv ár. Men tað er kanska ikki fyrrenn hesi seinastu árini, nú so nógvar útlendskar kvinnur flyta til Føroya, at trupulleikin kemur undan kavi.

 

Sirið Stenberg vísir á, at tað er tjóðskapurin hjá teimum, sum verða løgd inn á Landssjúkrahúsið, sum er avgerandi, og ikki tjóðskapurin hjá makanum. Tí fáa kvinnurnar rokningina. 

 

Men hon heldur, at skipanin eigur at vera broytt, og tað er eitt arbeiði, tey eru farin undir. Hinvegin er tað kanska lættari sagt enn gjørt, tí fyribils er niðurstøðan hjá umsitingini í Heilsumálaráðnum tann, at tað kann ikki gerast við føroyskari lóg, tí øll viðurskiftini viðvíkjandi heilsuverkinum eru ikki yvirtikin frá donskum myndugleikum enn.

 

Sirið Stenberg sigur, at nú verður sostatt kannað um hendan broytingin kann gerast við eini kunngerð, og kann hon tað, er tað skjótt og lætt at avgreiða. Men kann broytingin ikki gerast við eini kunngerð, verður kanska neyðugt at fara til danskar myndugleikar við eini umbøn um at fáa Fólkatingið at fremja broytingina.