Tórshavnar býráð fer á fundinum í annaðkvøld at viðgera ætlanina um eina skipan við gjaldi fyri at parkera í miðbýnum í Havn Bilfríur miðbýur er eitt av málunum hjá Tórhavnar býráð.
Heilt bilfríur verður miðbýurin kki enn, men fíggjarnevndin mælir til at fara undir eina skipan, so bileigarar gjalda fyri at parkera í býnum.
Hetta krevur samráðingar við landsmyndugleikarnar og við eigarar av privatum parkeringsplássum í Havn.