Í mun til vanliga føroyingin, so hava politikarar okkara longu tryggjað sær gylta pensjón á ellisárum
Tað er sjón fyri søgn, at løgtingsfólk hava dugað serliga væl at gjørt sær sjálvum serliga góða pensjónsskipan. Vit kunnu eisini við 100 prosents vissu staðfesta, at tey ikki ætla, at aðrir borgarar í Føroyum skulu hava eins góða pensjón, sum okkara sitandi politikarar fara at fáa, tá teir verða pensjóneraðir.
Sosialurin hevur fingið tryggingarfelagið Lív at roknað út, hvussu nógv pensjónirnar hjá sitandi politikarum fara at kosta landskassanum – og hvussu nógv ein vanligur føroyingur hevði skula goldið fyri eina pensjón í somu stødd.
Avbjóðingin er, at landsstýrisfólk (sum hava sitið fyri 2015) og løgtingsformaðurin tjena sær fulla eftirløn eftir bara 8 árum. Løgtingsfólk tjena fulla eftirløn eftir 16 árum. Politikarar fáa tænastumannapensjón. Tað merkir, at tey einki gjalda inn á egna pensjónskonto, sum aftur merkir, at tey ikki eru forskattað av pensjónini, sum aðrir føroyingar eru.
»Vangligir føroyingar«, sum eru tænastumenn, skulu arbeiða í 37 ár fyri at fáa fulla pensjón.
Sambært útrokningunum hjá Lív, so kostar pensjónin hjá politikarum upp í 13 milliónir krónur fyri høvnn einstakan av teimum, sum fær mest. Hetta er ein útreiðsla, sum liggur bíðar eftir landskassanum, til politikararnir verða pensjóneraðir.
Tilsamans kosta okkara virknu politikarar á tingi og í landsstýri í dag 227 milliónir krónur í pensjón í dagsvirði, sum skattaborgarin skal gjalda.
Í Vikuskiftis-Sosialinum kann nógv meira lesast um málið. Har eru eisini útrokningar sum vísa, hvussu nógv hvør einstakur politikari hevur upptjent sær í pensjón.
Pensjónsnýskipanaruppskotið hjá landsstýrinum er lagt fram, men tað ávirkar ikki pensjónina hjá politikarunum – sum í mun til vanliga føroyingin longu hava tryggjað sær gyltu pensjónina. Og hóast Løgtingið nú verður noytt at broyta sína egnu pensjón, so er einki sum bendir á, at politikararnir sum nú sita ætla at broyta sína egnu pensjón.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið og kann eisini keypast í teldutøkari útgávu á sos.fo