Skulu hava nýggjan sáttmála

Útvarpið og Sjónvarpið hava í fleiri ár havt einkarrætt at varpa frá føroyskum ítróttarhendingum. Nú skal nýggjur sáttmáli gerast millum almennu miðlarnar og ÍSF

Ítróttar-rættindi

Sáttmálin, sum Útvarpið og Sjónvarpið hava havt við Ítróttarsamband Føroya, um varpan av føroyskum ítróttartiltøkum, er nú farin úr gildi.
Hetta hevur hann verið í eina tíð, men semja hevur tó verið millum partarnar um, at meðan samráðingar um nýggjan sáttmála fara fram, verða forðingar ikki lagdar fyri sendingum, sum stovnarnir báðir hava.

Ógreið støða
At talan framyvir verður um ein og sama stovn, hevur eisini seinkað verandi samráðingum nakað.
Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, sigur, at higartil er ikki so øgiliga nógv hent í málinum.
- ÍSF hevur tosað við Útvarpið, Sjónvarpið og eisini Televarpið, sum jú er nýggjur aktørur á økinum, og soleiðis hava vit roynt at fáa eina greiða lýsing av støðuni.
- Somuleiðis høvdu vit í seinastu viku stjórnarfund í ÍSF, har ymsu sersambondini eisini kundu koma við sínum viðmerkingum. Tað ræður jú um at viga teir fyrimunir og vansar, sum altíð vilja vera við slíkum avtalum, upp ímóti hvørjum øðrum, og tað hava vit so eisini gjørt, sigur hann.
- Higartil hevur tó ikki borið til at gjørt nakra avtalu, tí vit hava jú ikki við vissu vita, hvar Útvarpið og Sjónvarpið standa í málinum. Nú er so staðfest, at talan verður um ein og sama stovn, og so ber betri til at fara í ítøkiligar samráðingar. Tað hevur Starvsnevndin so eisini fingið heimild til, og málið er so í øllum førum, at ein nýggjur sáttmáli skal vera komin upp á pláss í januar mánaði.

Solidariskan sáttmála
Tað vilja altíð vera ymisk atlit, sum skulu takast í slíkum samráðingum. Eitt nú var tendensurin uttanlanda upp gjøgnum øll 90?ini, at upphæddirnar fyri slíkar gjørdust alsamt størri. Men hóast hetta sjálvsagt eisini hevur týdning fyri ÍSF, so leggur forsetin stóran dent á, at talan skal vera um ein sáttmála, sum gagnar øllum føroyska ítróttarheiminum.
- Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, at talan verður um ein grundsáttmála fyri »ítróttin«. Altso allan ítrótt. Tað má undir ongum umstøðum gerast so, at smærru ítróttargreinarnar drukna millum tær størru. Tí hava vit lagt stóran dent á, at hesar eisini fáa rúm í teimum sendingum, sum verða gjørdar, sigur Heðin.
Avtalan, sum ætlanin er at gera, skal fevna um allar heimligar kappingar. Tá talan er um landsdystir, er tað upp til einstøku sersambondini sjálvi at samráða seg fram til sáttmálar, men tó eru kappingarnar á Oyggjaleikum eisini fevnd av avtaluni.
Enn er helst alt ov tíðliga at staðfesta, hvussu ein møguligur nýggjur sáttmáli fer at síggja út, men tað er einki at ivast í, at í fleiri feløgum verður bíðað í spenningi. Eitt nú hevði Stjørnan í heyst ítøkiligar ætlanir um at senda sínar heimadystir á Televarpinum, og eisini onunr feløg hava áður sýnt áhuga fyri sama møguleika. Ein møguleiki, sum uttan iva kann verða viðvirkandi til at styrkja um profileringina hjá fleiri feløgum.