Tað eru P/F Faroe Salmon og P/F East Salmon í Klaksvík, ið ætla undir at byggja eitt kryvjivirki.
Jón Purkhús, stjóri á Faroe Salmon, sigur við Norðlýsi, at teir hava kannað møguleikarnar fyri at fáa ein av verandi virkisbygningum í Klaksvík til endamálið. Men teir eru komnir til ta niðurstøðu, at skal eitt vælvirkandi hús fáast til 15.000 tons av laksi árliga, so er besta loysnin at byggja ein nýggjan bygning.
Menninir aftanfyri ætlanina um eitt laksakryvjivirki til 15.000 tons av laksi árliga fara nú at søkja kommununa um byggiloyvi á vestursíðuni av Klaksvíkini til eini hús, ið verða 70x20 metrar, ella um 2100 fermtrar.
Faroe Salmon hevur eisini ætlanir um at víðka, sigur Jón Purkhús við Norðlýsi.
Hann sigur, at Faroe Salmon hevur ætlanir um at byggja eina høll sunnanfyri smoltstøðina í Knúsdali á Kalsoynni. Hetta er ein høll uppá 700 fermetrer. Byggiloyvið er fingið til vega frá Húsa Kommunu.
Ætlanir eru eisini um útbygging norðureftir, um loyvi fæst til hetta, sigur hann við blaðið lokalblaðið í Klaksvík.