Skulu nú gjalda fyri at liggja á sjúkrahúsi

Tað kemur oftani fyri, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdur á Landssjúkrahúsinum, og teimum báðum smáu sjúkrahúsinum, ikki kunnu verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara.

Orsøkin til tað er, at talan um fólk, sum ikki klára seg sjálvi, men sum Nærverkið onki nøktandi tilboð hevur til, hvørki á bústovni ella í heimarøktini.

Men hereftir skulu hesir sjúklingar gjalda fyri at verða liggjandi á sjúkrahúsi, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir.

Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Hann fer skjótt at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at tað skal bera til at krevja gjald frá hesum sjúklingunum.

Á psykatrisku deild er sama støðan, tí eisini har búgva fleiri fólk meiri ella minni fast, hóast tey eru liðugt viðgjørd, men tey rinda sjálvi eitt ávíst gjald fyri uppihaldið.

Og nú er ætlanin at seta somu skipan í gildið fyri restina av Heilsiverkinum.

Karsten Hansen sigur, at ein meting frá Landssjúkrahúsinum er, at fólk, sum eru liðugt viðgjørd, men sum ikki kunnu úrskrivast, taka eina 1.000 – 2.300 seingjardagar um árið.

- Hetta eru fólk, sum ikki hoyra heima á sjúkrahúsinum, tí tey eru liðugt viðgjørd.

- Samstundis elva tey til, at fólk, sum eru sjúk og skulu í viðgerð, noyðast at bíða óneyðuga leingi at sleppa framat.

Verður gjald tikið fyri hesar sjúklingar, fer Landssjúkrahúsið at spara 200.000 – 400.000 krónur