Tá skúlin byrjar aftur aftaná summarfrítíðina verður skúlagongdin væl øðrvísið enn hon hevur verið frammanundan.
Tá skulu næmingarnir undir eina nýggja skipan, har teir fáa møguleika at velja breytir.
Henda skipan er bert galdandi fyri 10. flokkarnar og skal verða teimum ein hjálp í teirra framtíðar valið.
Skúlarnir í Havn eru í tí hepnu støðu, at teir skulu samarbeiða, men hóast tað hava teir avgjørt, at teir tað fyrsta árið skulu verða hvør sær.
Hetta ger, at teir ymsu skúlarnir hava ymsar breytir, sum næmingarnir skulu velja.
Á henda hátt kunnu allir skúlarnir í Havn gera sær ymsar royndir, sum so skulu kókast saman til eina heild sum skal verða grundarlagið undir hvussu breytaskipanin kemur at síggja út frá skúlaárinum 1999.
Ein »temadag«
um vikuna
Skipanin sum Venjingarskúlin setur í verk, gevur tríggjar valmøguleikar.
Teir hava eina handilsbreyt, eina ítróttabreyt og eina handaverk- og listbreyt.
Skipanin er soleiðis háttað, at næmingarnir ein dag um vikuna brúka allan dagin til eitt nú ítrótt.
Ætlanin við breytunum er ikki, at næmingarnir skulu gerast serfrøðingar á einum øki, men at teir skulu fáa breiðan kunning um eitt øki teimum dámar.
Á fundinum á Venjingarskúlanum mikukvøldið greiddu lærarnir á ítróttarbreytini frá teimum tiltøkum tey ætla skulu verða grundarlagið undir undirvísingini næsta ár.
Eftir teirra hugskoti fáa næmingarnir kunnleika um stórt sæð allan ítrótt.
Har verður bóltspæl av ymsum slag, frælsur ítróttur, uttandura aktivitetir - harímillum túrar kring um í landinum, og annað spennandi.
Foreldur spurdu, um næmingarnir í framtíðini skulu fáa serligt »breytarprógv«, sum kundi brúkast, eitt nú um tey skulu søkja inn á ítróttarháskúla, men svarið var, at hetta ikki er ætlanin.
Tó helt onkur lærari fyri, at tey kundu til stuttleika geva næmingunum skreytblað, men tað verður ikki roknað sum prógv.
Handilsbreytin
og handilsskúlanum
Á handaverk og listbreytini fáa næmingarnir kunnleika til handaverk og list.
Tað er hinvegin ikki ætlanin at hetta skal uppfatast sum smíð, sum annars er eitt sjálvstøðugt fak.
Síðsta breytin sum Venjingarskúlin bjóðar næmingunum í 10. flokki er handilsbreytin.
Henda breytin er óiva tann, sum hevur verið torførast at seta í verk, tí í fólkaskúlanum verður ikki beinleiðis undirvíst í roknskapi og líknandi fakum.
Tí hevur Venjingarskúlin tikið upp samarbeiðið við Handilsskúlan í Havn.
Á fundinum mikukvøldið greiddu Ragnar Magnussen og Sonja Oyrabø Petersen frá teirra royndum.
Tey hava nakað koyrandi sum eitur »Ungt virki« og tað er hesari skipan Venjingarskúlin skal gerast partur av.
Hvussu samarbeiðið skal koyrast er ikki rættiliga greitt, men fleiri møguleikar eru opnir.
Skipanin á Handilsskúlanum virkar soleiðis, at næmingarnir í einum ávísum flokki verða býttir í bólkar við 4-6 luttakarum. Hesi skulu so stovnseta sítt egna virkið við øllum tí, sum tað inniber.
Hereftir skulu tey seta eina vøru í framleiðslu, sum tey síðani skulu seljast.
Á henda hátt koma tey í samband við øll tey lið, sum virkisfólk kenna frá arbeiðsdegnum - munurin er bara, at tað er í minni »format«.
Tað verður møguliga í framleiðsluni at næmingarnir á Venjingarskúlanum skulu setast inn.
Á tann hátt fáa tey kunnleika til praktiskt vinnulív, og samstundis fáa tey loyvi til at verða við, at koyra virkið.
Ein annar møguleiki er, at næmingarnir á Venjingarskúlanum verða í einum bólki fyri seg, har tey púra einsamøll skulu gera tað sama sum handilsskúlanæmingarnir gera.
Spentur um skipanina
Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum sigur, at hann er sera spentur uppá skipanina.
? Nýggja skipanin gevur broyttar møguleikar fyri næmingarnar og ger tað meira spennandi hjá teimum at ganga í skúla, sigur hann.
Niels Nattestad sigur, at næmingarnir skulu velja breyt longu áðrenn páskafrítíðina og aftaná tað fær hann so at síggja, hvussu býtið millum breytirnar fer at vera.