Høgni Hoydal vil hava føroyingar at aftur taka ábyrgd av KT-økinum í Føroyum. Hetta kemur fram í einum lesarabrævi, hann hevur sent fjølmiðlunum.
- Um vit tora at taka avgerðirnar og seta bankunum krøv, kunnu vit í Føroyum skapa tryggar og samvirkandi KT-skipanir fyri allar føroyingar. Og vit kunnu leggja grundina undir eini blómandi vinnu. Men tað er seinasta útkall nú, áðrenn alt verður slept og endaliga læst fast í teimum avreiddu skipanunum, skrivar Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal hevur ofta verið frammi og sagt frá sínum harmi um, at føroysku bankarnir valdu at senda peningaupplýsingar okkara av landinum. Og nú heitir hann enn einaferð á Landsstyrið, um at flyta KT-skipanirnar aftur til Føroya at umsita.
- Vit høvdu eina frálíka skipan í Føroyum, har tað almenna og peningastovnarnir gingu saman um at gera einfaldar og samvirkandi skipanir. Til frama fyri hvønn einstakan borgara og til frama fyri alt samfelagið og vinnuna í Føroyum, skrivar hann.
Men sum sagt, so valdu peningastovnarnir at flyta umsitingina av KT-øki teirra til Danmarkar.
- Sjálv flytingin hevur kostað peningastovnunum og harvið øllum føroyskum brúkarum og vinnu hundraðtals milliónir. Tað hevur kostað nógv arbeiðspláss og førleikar, har bara á Elektron meira enn ein triðingur av fólkinum er sagdur upp. Og bankarnir rinda helst omanfyri 50 mió. kr. um árið til ta donsku fyritøkuna Skandinavisk Data Center (SDC), fyri eina verri tænastu og fyri at byggja førleikar og arbeiðspláss uttanfyri Føroyar.
- Vit hava sum nú er onga ávirkan og ræði á, hvat hendir við peningaupplýsingunum hjá øllum føroyingum. Vit hava onga ávirkan á, um SDC leggur saman við øðrum ella sendir sínar skipanir onkra heilt aðrastaðni, skrivar Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal heitir nú enn einaferð á Landsstýrið at flyta skipaninar aftur til Føroya.
- Hugsið tykkum, um vit nú settu okkum fyri, at vit í Føroyum kunnu hava tær tryggastu KT-skipanirnar fyri hvønn einstakan. Har okkara upplýsingar eru best vardir og har vit hava ræðið á teimum. Har vit brúka okkara dugnaligu fólk at menna eina vinnu og at menna loysnir, ið eisini kunnu útflytast og samvirka trygt við aðrar skipanir í heiminum. Har tað almenna og tað privata aftur kunnu samstarva um einfaldar og góðar loysnir, endar Høgni Hoydal.
Les eisini Seinasta útkall at fáa tryggar KT-skipanir fyri allar føroyingar og eina blómandi vinnu í Føroyum