Trýpartasamráðingar
Í dag verður aftur fundur ímillum Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini um trýpartasamráðingar við landsstýrið um kostnaðarstøðið í Føroyum.
Tað skrivar vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Har boðar Føroya Arbeiðsgevarafelag frá, at tað er áhugað í trýpartasamráðingum.
Einfundur var ímillum Arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini í juni.
Á fundinum varð avtalað, at arbeiðarafeløgini skuldu senda arbeiðsgevarafelagnum uppskot um, hvat kundi gerast við støðuna.
Og nú verður so fundur aftur í dag um støðuna og har fara feløgini at tosa um, hvat kann gerast.
Á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum sigur formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum, Jóhan Páll Joensen, at trípartasamráðingar eiga at vera millum arbeiðsgevarafeløg, løntakarafeløg og tað almenna.
? Endamálið má vera at fáa eina avtalu, sum gevur serliga láginntøkum ein skattalætta afturímóti lønarafturhaldi.
? Partar av arbeiðsmarknaðinum hava eisini ásannað, at skalt tú hava, eitt nú, fiskaframleiðslu í Føroyum, kunnu tær lønarhækkingar, sum verið hava seinastu árini, ikki halda áfram, sigur Johan Páll Joensen.
Almennu feløgini mugu vera við
Annars er formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum samdur við Bárði Nielsen, sum í Sosialinum í farnu viku segði, at tað er neyðugt, at tey almennu fakfeløgini mugu verða við í einari slíkari avtalu, skal hon hava nakran ávirkan.
Hann sigur, at serliga útflutningsvinnan hevur tørv á, at lønargongd seinastu árini ikki heldur fram.
? Tey almennu fakfeløgini hava ikki sáttmála fyri arbeiðið í útflutningsvinnuni. Tað almenna kann fara til borgaran eftir pengunum, meðan útflutningsvinnan missir kappingarførið mótvegis útheiminum.
Johan Páll Joensen sigur, at hækkar lønarlagið hjátí almenna fer tað at hækka um kostnaðarstøðið í Føroyum, og harvið óbeinleiðis minka um tøka peningin hjá arbeiðarum. ? Tað nyttar heldur ikki, at tey privatu fakfeløgini vísa afturhald, meðan tey almennu fakfeløgini fáa framhaldandi lønarhækking.
Hann leggur afturat, at tey alment løntu hava frammanundan væl betri sømdir í sáttmálum enn starvsfólk á tí privata arbeiðsmarknaðinum.
? Tí er neyðugt at allir partar á arbeiðsmarknaðinum eru við til at ganga nýggjar leiðir, sigur Johan Páll Joensen.