Borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, dylur ikki, at hann er fyri, at Vágar og Mykines verða løgd saman í eina og somu kommunu. Hetta sigur hann í einari størri samrøðu í VikuskiftisSosialinum, sum nú fæst til keyps í blaðsølunum.
Í Vága kommunu, sum fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, búgva 2218 fólk. Í Sørvágs kommunu, sum umframt Sørvág eisini fevnir um Bø, Gásadal og Mykines, búgva tilsamans 1240 fólk.
Soleiðis telja báðar kommunurnar í Vágum tilsamans 3458 íbúgvar, sum er stívliga 900 íbúgvar færri enn í allari Runavíkar kommunu.
Við einari møguligari samanlegging í Vágum og Mykinesi, hevði nýggja kommunan tískil verið hin fjórð størsta í Føroyum – eftir Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og Runavíkar kommunu.
Í samrøðuni í VikuskiftisSosialinum sigur Bjarni Prior soleiðis:
- Ja, eg eri fyri, at Vágar og Mykines leggja saman í eina og somu kommunu. Hetta hevði givið okkum eina størri fíggjarliga styrki og hevði flutt okkum longur fram á leið.
Sjálvur heldur borgarstjórin í Vága kommunu, at ein samanlegging hevði givið økinum størri fyrimunir á ymiskan hátt, og í einari møguligari samanlegging hevði ein av uppgávunum verið at ansa væl eftir smærru økjunum – og perlunum – í kommununi.
Eyð Ellingsgaard, sum er borgarstjóri í Sørvágs kommunu á øðrum skeiði, sigur, at tað í undanfarna skeiði ongantíð var upp á tal at leggja kommunurnar í Vágum saman í eina kommunu.
- Eg haldi, at kommunurnar her vesturi hava samstarvað ógvuliga væl um tey øki, vit umsita í felag, og samstarvið millum meg og Bjarna Prior hevur eftir mínum tykki eisini verið sera gott.
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu
Borgarstjórin í Sørvágs kommunu vísir á, at um tosast yvirhøvur skal um samanlegging, verður í fyrsta lagi neyðugt at finna út av, hvørjir fyrimunir og vansar eru.
- Ein møgulig samanlegging í Vágum fyllir einki her hjá okkum, og nývalda bygdaráðið hevur slett ikki havt spurningin uppi og vent.
Hon heldur, at tað kann vera líkamikið, hvørja støðu hon hevur til eina møguliga samanlegging, tá hetta slett ikki er upp á tal í Sørvágs kommunu. - Her er einki nýtt undir sólini, sigur hon.
Borgarstjórin í Sørvágs kommunu leggur aftrat, at tað í síðsta enda høvdu verið borgararnir í Sørvágs kommunu, sum tóku avgerðina um samanlegging ella ei.
- Skuldi ein slíkur spurningur yvirhøvur komið upp á tal, hevði tað verið fólkið í okkara kommunu, sum tóku avgerðina – og ikki vit kommunalpolitikarar, sigur Eyð Ellingsgaard.