Skulu vaksa um virðið á svartkjaftinum

Royndirnar við Nærabergi skulu brúkast til at vísa øðrum, at fiskurin, vit lata fyri kvotu í Barentshavinum, er seldur ov bíliga, sigur stjórin í JFK Trol

Næraberg skal brúkast til at prógva, at svartkjafturin hjá føroyingum hevur meira virði, enn vit fyri hava fingið fyri hann, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol í Klaksvík.

Hóast svartkjaftaveiða ikki er tann traditionella vinnan hjá Kjølbrotrolarunum, sum teir vanliga hava verið nevndir, heldur Hanus Hansen ikki, at hetta fer at býta høvdið av veiðini í Barentshavinum. Tvørtur í móti heldur hann, at við at vísa á, at tað ber til at vinna pening burtur úr svartkjaftinum, fáa vit ein eyka trumf í hondina, tá kortini skulu gevast næstu ferð.

Næraberg er stórt skip við stórum kapaciteti. Surimiverksmiðjan umborð klárar at gera 75 tons um samdøgrið. Men tað væntar stjórin ikki, at flakamaskinurnar klára at skera. Tað velst alt um støddina á fiskinum.

Hanus Hansen sigur, at skipið skal fiska fyri 90-95 milliónir fyri at bera seg. Og tað heldur hann vera realistiskt at rokna við.

Hanus Hansen sigur, at komandi tvey árini aftrat verður svartkjafturin ókvoteraður, og so er bara at dríva á at fiska alt tað, til ber. Um tvey ár gongur leigusáttmálin um Næraberg út, men tá eigur at bera til at vita, um hendan veiðan RØKKUR til at reka skipið rentabult.

Hanus Hansen vil ikki siga, hvussu nógv skipið verður leigað fyri.

Tað er eitt nýtt felag, sum leigar skipið. Tað er líkasum fyri at halda JFK Trol uttanfyri, sigur Hanus Hansen. Føroyingar eiga tveir triðingar av partapeninginum og norðmenn ein, sigur hann. Hetta felagið skal so leiga skipið í tvey ár. Síðan kann hetta felagið - ella okkurt annað - keypa skipið, sigur stjórin í JFK Trol.

Hanus Hansen trýr upp á, at hóast tað ikki fyrr hevur borið til at fáa lønandi vinnu burtur úr at veiða svartkjaft til matna, eigur tað at fara at ganga nú. Tað álitið grundar hann á, at teir menninir, sum fylgja við skipinum, duga at útnytta tilfeingið. Tað vil siga norðmenn og amerikanarar, sum duga at brúka maskinurnar og við sínum royndum fáa tær til at geva tað optimala.

»Vit hava ongantíð fyrr havt eitt tól, sum hevur verið kappingarført á økinum«, sigur Hanus Hansen. »Men tað hava vit nú fingið við hesi loysnini«, heldur hann.

Stjórin í JFK Trol noktar fyri, at teir bara eru strámenn hjá einum norðmanni, sum er komin í neyð av einum skipi.

»Vit fáa nógv burtur úr hesum«, sigur hann.

Hanus Hansen metir, at um føroyingar um tvey ár duga at fáa surimi burtur úr svartkjaftinum, hava vit fingið rættiliga nógv burtur úr og hava so ikki brúk fyri norðmonnum meira. Men hann sigur tó, at teir høvdu ikki gjørt hesa royndina uttan við norskari hjálp.

»Føroyingar høvdu ikki klárað hetta einsamallir«, sigur stjórin í JFK Trol. »Nú verður farið undir royndirnar við avmarkaðum tapsvanda, júst tí at norðmenn eru við«.

Skipið er stórt. 94 metrar langt, 13,40 metrar breitt og er merkt 3.760 brutto tons. Til sammetingar kann nevnast, at Skálaberg og Sundaberg eru 2.380 brutto tons, sigur Hanus Hansen. Næraberg hevur 8.400 hk maskinorku. Tað verða 80 fólk við, sigur stjórin. 65 teirra verða føroyingar, og av teimum verða aftur eini 6-8 konufólk.