Floksting
? Vit stúra ikki fyri okkara nýggja leikluti í politikki.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins er til reiðar at átaka sær nýggju avbjóðingina sum tingmaður í andstøðu.
Hetta vikuskiftið hevur tjóðveldisflokkurin floksting í Klaksvík og har fer ein fittur partur av tíðini at greiða frá, hvussu flokkurin skal skipa seg í andstøðu.
Av teimum átta tinglimunum hjá tjóðveldisflokkinum, er tað bara Hergeir Nielsen, sum hevur roynt at sitið í andstøðu áður.
Annars er øll tingmanningin frá 1998, ella yngri og alla hesa tíðina hevur flokkurin verið í samgongu.
Men Høgni Hoydal vísur á, at av teimum átta tingfólkunum, eru tað heili fimm, sum hava sitið í landsstýrið og tí hava tey kortini góðar royndir við lógarsmíði og politiskum arbeiði.
Á flokstinginum fer ein stórur partur av frágreiðingini hjá Høgna Hoydal, at vera um, hvussu flokkurin skal skipa seg í hesum nýggja leiklutinum, og um, hvussu flokkurin kann føra ein framrættaðan andstøðupolitikk. Og ikki minst fer hann at nógv tosa um, hvussu flokkurin skal bera seg at við at føra fullveldispolitikk í andstøðu.
Høgni Hoydal ásannar, at tað verður trupult ímóti eini so stórari samgongu, sum hesari.
Men at tjóðveldisflokkurin ikki ætlar sær at sita hendur í favn í andstøðu, hava vit longu fingið sjón fyri søgn um.
Nýggja Løgtingið er ikki meiri enn komið í eyga, men kortini hevur tjóðveldisflokkurin longu lagt 16 uppskot fyri tingið, umframt at flokkurin hevur gjørt uppskot til eina fíggjarlóg fyri í ár, sum eitt mótuppskot til landsstýrið.
Men tað verður eisini nógv at tríva í hjá flokkinum, tí Høgni Hoydal sigur, at tað liggja stórmál framman stavn, sum fara at fáa avgerandi týdning fyri framtíð Føroya.
Høgni Hoydal hugsar eitt nú um ætlanina at gera eina nýggja yvirtøkulóg og um NATO-málið.
? Í hesum báðum málunum er landsstýrið í ferð við at avreiða okkara sjálvsavgerðarrætt og at leggja allar heimildir upp í hendurnar á dønum. Yvirtøkulógin, sum nú er uppá tal, er sama loysn, sum Poul Nyrup bjóðaði okkum, men sum vit ikki skoyttu um og tí er hon eitt stórt afturstig fyri føroyskan sjálvstýrispolitikk. Sama er við NATO málinum, har allur myndugleiki skal latast yvir til danir, men at vit afturfyri skulu sleppa at sita til borðs saman við teimum og billa okkum inn, at vit hava eitt orð at skula hava sagt, sigur Høgni Hoydal.
Nýtt fólk í nevnd
Flokstingið er á tekniska skúla í Klaksvík og har skulu í hvussu so er tvey nýggj fólk veljast í starvsnevndina.
Heini O.Heinesen var politiskur næstformaður í flokkinum, men hann er ikki virkin politikari longur. Hinvegin var Heidi Petersen forkvinna í aðalstjórnini og skipanarligur næstformaður, men nú er hon virkin politikari. Sostatt skulu teir báðir sessirnir skulu veljast av nýggjum.
Høvuðsevnið á flokstinginum, sum er alment, er virðisøking - virðisøking í vinnuni, virðisøking ímillum menniskju og virðisøking ímillum tjóðir.
Í tí sambandi verða áhugaverdir fyrilestrar á skránni. Í morgun klokkan 9.30, fer íslendski politikarin. Steingrímur J. Vigfússon, at tosa um virðisøking ímillum tjóðir. Eftir døgverða, klokkan 14.00, fer Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur at halda fyrilestur um vinnuliga menning og klokkan 15.30, fer Malena Arnoldsdóttir, forkvinna í Javna, at røða um virðisøking ímillum menniskju og.
Kanska skal eisini ein grønlendskur politikari halda røðu. Eydnast tað honum at koma, fer hann á palin í morgun, beint eftir íslendingin.
Annars var skráin fyri flokstinginum í Sosialinum hósdagin.