Skulu vinna álitið aftur

Sveisiska landsliðið, sum í dag skal spæla móti Føroyum, skal fyrst og fremst byggja upp sjálvsálitið eftir greiða tapið fyri Litava

Landsdystur


Einki er at ivast í, at bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá Sveis rokna við, at liðið vinnur tveir lættar sigrar, tá teir fríggja- og leygardagin skulu royna seg móti føroyska manslandsliðnum i hondbólti.

Sveisiska heimasíðan, swissinfo.ch, skrivar, at tað fyrst og fremst ræður um hjá teimum at byggja upp sjálvsálitið, eftir at liðið heldur óvæntað var fyri greiðum tapi í Kaunas, tá teir spældu útidys móti Litava. Úrslitið av tí dystinum var 26-16 til heimaliðið, eftir at Sveis annars hevði vunnið fyrra dystin 26-23.


Spælari fekk bank

Hóast landsliðsvenjarin, Arno Ehret, sigur seg rokna við tveimum torførum dystum, so leggur hann tó afturat, at hann roknar við, at leikarar hansara finna fram betri spæl enn tað, sum liðið sýndi í Kaunas.

Í mun til tann dystin noyðast sveisarar annars at vera ein leikara fyri uttan. Talan er um Fabian Lemann, sum varð skaddur á ferðini í Litava. Ikki orsakað av nøkrum óhappi á vøllinum, men tí hann varð avbukaður av einum illum hýruvognsførara í Kaunas.


Stór uppgáva

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Føroyar og Sveis hittast í altjóða dysti. Tá Føroyar í 1976 luttóku í C-HM kappingini í Portugal taldist Sveis millum mótstøðuliðini. Úrslitið ta ferðina var ein tepur ósigur til okkara upp á 20-21, men síðani er nógv vatn runnið í ánna.

Meðan føroyskur hondbóltur hevur ligið í dvala, hava sveisarar støðugt ment seg, og hóast ósigurin í Litva eigur liðið at roknast millum tey sterkastu í heiminum. Hetta sæst eisini aftur í styrkismetingini av liðunum, har Sveisarar eru styrkismettir í ovasta bólkin, meðan Rumenia í okkara bólki er mett sum nummar tvey.

Fleiri vilja tó vera við, at Sveis í løtuni ikki er eins sterkt, sum styrkismetingin sigur, men hóast hetta, so er einki at ivast í, at tað liggur enn ein stór uppgáva fyri framman hjá føroyska liðnum. Dystirnir hjá landsliðnum vera í kvøld, fríggjakvøldið, kl. 20.00 í Ítróttahøllin á Hálsi og leygardagin kl. 16.00 í Ítróttahøllini á Skála.