Skulu vit hava forskúlar?

Ein lesari okkara hevur biðið okkum endurprenta hesa grein hjá Katrin Johansen, lærara, sum hon skrivaði til valið í fjør, nú kjak aftur hevur tikið seg upp um forskúla:

Havi arbeitt 2 ár á vøggustovu/barnagarði, eitt ár í forskúla og eri nú flokslærari hjá 2. flokki. Út frá hesum royndunum skrivi eg greinina.

Nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til, at skúlar kunnu hava forskúlar. Eg má spyrja: Hvat er endamálið?

? At børnini læra meir?

Kanningar eru gjørdar av vaksnum fólki. Summi fóru í skúla sum 7 ára gomul og onnur vóru yngri. Kanningarnar vístu, at eingin munur var á kunnleikastøðinum, grundað á drúgvari skúlagongd. Lærarar, sum hava 1. flokk mugu mangan sanna, at tey børnini, sum hava fylt 7 ár fyri skúlabyrjan oftast eru betri fyri.

? At loysa barnaansingartrupulleikan?

Havi starvast á einasta forskúlanum í landinum í 1995/96. Har ganga børnini í skúla kl. 8-11 hvønn morgun. Síðani fóru summi oman í Frítíðarstovuna í KFUM, onkur einstakur fór í barnagarð og onnur fóru heim til mammur ella ommur.

Nú er helst ætlanin, at hesi børnini fara í frítíðarskúla, ið er ein nýggj ansingarskipan fyri børnini í 1. og 2. flokki. Hetta merkir so, at minni pláss verður til børn í 2. flokki, og hvat verður so gjørt við tey?

Er endamálið, sum tað stendur á síðu 135 í álitinum um nýggja fólkaskúlalóg: ?at lætta um ta bráðu yvirgongdina frá barnaverðini til skúlaheimin. Um einum barni nýtist eitt heilt ár til at venja seg til skúlaheimin, er ov stórur munur á, hvat krevst av smábarninum og av skúlabarninum. Tað má vera uppgávan hjá pedagogum/øðrum, ið taka sær av barninum og hjá lærarum at yvirgongdin ikki gerst ov bráð.

Eitt hugskot kundi verið, at læraraskúlanæmingar vóru eitt starvslærutíðarskeið í barnagarði og pedagogar vóru í 1. flokki. Hetta hevði havt við sær, at fakfólk betri vóru før fyri, at geva børnunum eitt trygt og ikki ov skiftandi umhvørvi at búnast í.

Í barnagørðum eru umleið 2 fulltíðarsett fólk um 14 børn, sum eru 3-7 ár. Í flestu førum er annað fólkið pedagog og hevur sostatt hollan kunnleika til børn, áðrenn tey fara í skúla. Barnagarðurin er bygdur soleiðis, at barnið hevur pláss at spæla. Spæl er sum kunnugt ein sera týdningarmikil partur í menning barnsins, bæði á kropsliga, sálarliga og málsliga økinum. Harafturat hava nógvir barnagarðir serlig tiltøk fyri »skúlabørnini«, ið eru tey 6 ára gomlu, ið skulu í skúla komandi summar.

Um forskúli verður settur á stovn, er ætlanin, at hava eitt fólk um 20-24 børn. Verður skúlastova nýtt til hetta, er hon ikki roknað til frítt spæl, men heldur til sitandi arbeiði. Og eitt fólk til 24 børn gevur sjálvsagt ikki so fjølbroyttar møguleikar. Hvørja útbúgving skal fólkið hava skal tað vera lærari ella pedagog?

Eitt annað, sum skal nevnast í hesum sambandi er síða 138 í álitinum um nýggja fólkaskúlalóg: Tá ið næmingur er innskrivaður í fólkaskúlaflokk, eru rættindi og skyldur hjá foreldrum og næmingi tær somu, sum um næmingurin var í undirvísingarskyldigum aldri. Hetta merkir, at barnið skal møta hvønn dag í skúla. Foreldur kunnu ikki longur hava barnið heima í eina tíð ella hugna sær saman um morgunin? Barnið er farið í skúla, og skal ganga í skúla í minst 10 ár.

Um foreldur ætla, at teirra barn skal ganga í einum ávísum skúla, ið hevur forskúla, mugu tey helst koyra sítt barn í forskúla, hóast tey høvdu ætlað at tað skuldi vera heima/ganga í barnagarði. Tí tá ið ein forskúlaflokkur byrjar, verða vinarbond knýtt, flokkurin verður ein heild. Um so eitt barn byrjar í 1. flokki, kennir tað seg fremmant í mun til hini, og skúlabyrjanin verður ikki á jøvnum føti. Við hesum vil eg gera vart við, at hvør einstakur skúli er frítt stillaður at byrja forskúla, men um forskúli verður settur á stovn, eru foreldrini ikki frítt stillað longur, um tey vilja hava barnið inn í tann skúlan, tá ið tað hevur aldur til tess.

Eftir mínum tykki er besta loysnin tann, at børnini - sum higartil - byrja í skúlanum í 1. flokki. Lærarin, ið skal hava 1. flokk veit, at summi børn hava gingið í barnagarði/dagrøkt, og at onnur hava verið heima. Hansara arbeiði er, at hava eina byrjanarundirvísing, ið kann møta børnunum á tí støði, sum tey eru. Hetta er ein torfør uppgáva, men lærarin hevur kunnleika til børn í hesum aldri og veit, hvaðani børnini koma. So fortreytir fyri eini góðari undirvísing eru til staðar.

§ 2 2. stk. í endamáli fólkaskúlans (Broytingaruppskotið): Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjávlstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møæguleikar, ið eru í felagsskapinum. Út frá hesum sæst, at vit krevja rættiliga nógv av skúlanum og av børnum okkara.

Tí mugu vit geva teimum so góðar umstøður at vaksa upp í sum gjørligt. Vit mugu ikki seta ymiskt í verk í skundi at hjálpa um tann bráðneyðuga tørvin á barnaansing, ella tí at vit halda, at børnini læra meir. Vit mugu gjalda tað, sum tað kostar, at veita børnunum so góðar umstøður sum gjørligt. Tey skulu standa við róðrið um fá ár, og tað krevur bæði áræði og nýhugsan á nógvum økjum.


Katrin Johansen