Skulu vit lóggevast til kleysturlív?

 Tað er ræðandi, um fólk verða lokkað at halda, at vit kunnu lóggeva okkum burtur úr gerandisdegnum og teimum evnum, sum skaparin gav, heldur Súsanna Dam

Katólska kirkjan bjóðar fólki, sum vilja sleppa undan gerandis órógv og stríði møguleika til at fara í kleystur. Í mínum hugaheimi ein sera áhugaverd tilvera, hóast eg veit, at hetta lívið ikki er hóskandi fyri meg og allarahelst ikki fyri meirlutan av mannaættini. Áðrenn ein sleppur í katólskt kleystur, skal ein vera tilkomin og skal lúka eina áralanga læru  royndartíð. Skuldi ein, hóast sjálvboðin og eftir lokna royndartíð, ikki verið førur fyri at tillagað seg til ta avbyrging og tann sakn, sum kleysturlívið krevur, hevur ein eisini møguleiki fyri at sleppa leysur aftur.
Spell at luteranarar ikki hava tikið kleystursiðin við sær, tí av tí vitleysa religiónskjakinum sum fer fram her á landi sæst tíðiliga, at her eru fólk (kanska enntá stórur partur av fólkinum), sum í staðin fyri valfrælsi, ætlar at lóggeva okkum øll til eina kleysturtilveru. Her er einki krav um, at fólk skulu vera tilkomin og myndug ella sannførd um, at hendan tilveran er hin rætta. Her skal heldur eingin royndartíð vera. Flongd við Bíbilini eru vit ávegis aftur í einveldið. Hitt óupplýsta.
Agnið er bara eitt lyfti frá sjálvkravdum profetum um eina æviga sælu, og álvaratos, í mínum hugaheimi er hesin »profetaskari« einki annað enn maktgreðingar, sum lova okkum avlát ímóti at vit ganga undir teirra treytir.
Øll minnast helst vallyftið frá Jenis av Rana, um at bara hann fekk maktina, so skuldu øll fáa tað so gott, ja hann skuldi gera alt so gott, at hann ikki átti orð til at greiða nærri frá, men treytin er altso, at vit avnokta okkara egnu tilvitsku og laga okkum til hansara lóg. Eina lóg, sum hann og hansara líkar í teirra fákunnu hava flikkað saman úr nágreiniliga tilætlaðum brotum úr Bíblini.
Av og á frættist um tey ræðuligastu lógarbrot av øllum handa slagi, sum eru framd innan avbyrgdar kleysturmúrar. Hetta tí at nøkur ikki hava megnað at tamt tær tráðanir, sum hvør einstakur okkara hevur fingið til at umsita eftir hvør sínum evnum og vilja. Púra vist er tað ræðandi, um stórur partur av føroyingunum er lokkaður til at halda, at her á landi kann mann bara lóggeva seg burturúr gerandisdegnum og teimum evnum sum Skaparin gav.
[email protected]