Sunnudagin fór eitt føroyskt ferðalag á eina heldur sjáldsama vitjan í amerikanska statinum Alaska.
Tey fýra oljufeløgini Arco, Texaco, Comoco og Murphy Oil, sum eru við í einum samtaki, ið arbeiðir á føroyska landgrunninum, hava boðið sekstan føroyingum at vitja í Alaska, fyri at síggja og uppliva hvussu hetta fjarskotna landið, við eini so serstakari og viðkvæmari náttúru, hevur megnað at liva lið um lið við oljuvinnuni.
Í ferðalagnum eru umboð bæði fyri landsmyndugleikar og stovnar.
Farið var fyrst til London har vitjað var á høvuðsstøðini hjá Arco. Har fingu føroyingar eina frágreiðing um hvussu Arco arbeiðir í Alaska.
? Hetta verður ein ómetaliga spennandi ferð fyri tykkum føroyingar, at kunna fara til Alaska og síggja hvussu fólkið har hevur megnað at byggja upp eina oljuvinnu uppá gott og ilt, sigur Steve Sullentrop, stjóri í Arco.
Oljuævintýrið í Alaska er eins gamalt og tað í Noregi, umleið 30 ár, og tað er ikki minni spennandi heldur.
? Tit eru sjálvir við at byggja nakað upp, tit eru við at lata dyrnar upp til eina spennandi framtíð, eins og tey í Alaska vóru tað fyri 30 árum síðani.
? Eins og tit eru eymir um umhvørvið og hvørja ávirkan oljan kann hava á samfelagið sum so, eitt nú fiskivinnu, lønarlag og líknandi, so vóru tey í Alaska eisini, tá tey settu skjøtil á fyri 30 árum síðani, sigur Steve Sullentrop.
Almennir stovnar og fjølmiðlar
Tað er annars eitt sera fjølbroytt ferðalag sum vitjar í Alaska, umboðandi Landsstýrið, Oljufyrisiting, Landsverkfrøðing, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fiskirannsóknarstovu o.s.fr.
Teir sekstan føroyingarnir, ið eru við eru: Eyðun Elttør og Carsten Hansen, landsstýrismenn, Jóannes Dalsgaard frá mentamálastýrinum, Eyðun Andreassen frá Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen frá Heilsufrøðiligu Starsvsstovuni, Hjalti í Jákupsstovu frá Fiskirannsóknarstovuni, Signar Heinesen frá Landsverkfrøðinginum, Martin Heinesen frá Jarðfrøðisavninum, Herólvur Joensen frá Oljufyrisitingini, Alex Buvik frá Oljufyrisitingini, Johan McDonald, ráðgevi og Kjartan Kristiansen, menningarstjóri, umframt tíðindafólkini Tróndur Djurhuus, Carsten Arnskov úr Sjónvarpinum, Johan Mortensen úr Útvarpinum og Jan Müller frá Sosialinum.
Til Alaska um London
Føroyska ferðalagið kom til Alaska úr London via Seattle seint mánakvøldið.
Skráin fyri vitjanina í Alaska er sera fjølbroytt. Allan mikudagin verða fyrilestrar um olju og samfelagið annars. Teir snúgva seg um arbeiðsmøguleikarnar, sum oljan hevur skapt, hvussu oljan hevur ávirkað fiskivinnuna, hvussu staturin hevur megnað at tryggja sær inntøkur frá oljuni, tosað verður um umhvørvið og negativu avleiðingarnar av oljuni, og tosað verður eisini um ídnaðin í Alaska og í hvønn mun hann hevur notið gott av eini oljuvinnu.
Hósdagin fer stóra ferðalagið norður til stóru oljukeldurnar í Prudhoe Bay. Høvi verður at síggja oljuútbúnaðin har og eisini verður høvi at síggja stóru oljuleiðingina, sum gongur tvørtur ígjøgnum alt Alaska.
Hareftir gongur leiðin til bygdina Barrow, sum er norðasta búplássið í Alaska. Har búgva umleið 4.000 inuittar og nakrar teirra fara føroyingarnir so at hitta og tosa við.