Skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði

Búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at alheimsbúskapurin er í svárum trupulleikum, og vit standa eftir øllum at døma yvir fyri einari nýggjari búskaparkreppu, har stórbúskapir frysta og harvið allur dynamikkur og fleksibilitetur á fíggjarmarknaðinum.

Hvussu nógv Føroyar beinleiðis verða ávirkaðar av slíkari kreppu er ilt at meta um, men vit kunnu ikki venda blinda eygað til, tí vit hava sjálvi ein ovurstóran trupulleika av einum halli á fíggjarlógini á 500 mió, sum árliga skal fíggjast við lánsbrøvum við høgari rentu, og har vandin er fyri einari niðurrating av tí føroyska búskapinum.

Fremsta uppgáva, sum nývalda løgtingið má taka sær av, er at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Tað ber ikki til at skatta okkum til eitt minnið hall, tíansheldur at leggja fleiri gjøld á vinnuna. Heldur eiga vit at skapa vøkstur í samfelagnum, sum kann minka um hallið. Vit skulu fáa meiri fyri hvørja krónu, vit skulu rationalisera við at leggja hóskandi stovnar saman, fáa felags innkeypspolitikk, har stórrakstrarfyrimunir verða fyri landið. Ein størri dynamikkur og eitt betri samstarv eigur at vera millum tað privata og tað almenna, har innovation og kreativitetur eru lykaorð, til tess at optimera hvørja krónu og ikki minst eiga fleiri effektmátingar at verða gjørdar av teimum játtanum, sum vit politikarar lata.

Effektmátingar eiga at gerast av hvørjari skattakrónu.

Innan fyri almenna grannskoðanar umhvørvið verður nógv tosað um í hesum døgum, at tað er neyðugt at gera effektmátingar av teimum skattakrónum, sum verða latnar til almennar veitingar. Tað er ein politisk ábyrgd, at vit tryggja okkum, at hvør skattakróna, sum verður tikin frá skattaborgarunum verður brúkt optimalt. Áðrenn vit lata játtanir til eitt nú fólkaskúlan, fróðskaparsetrið, eldraøkið skulu vit politikarar gera okkum púra greitt, hvat vit vilja hava burturúr játtanini, soleiðis at tað ber til at gera almennar grannskoðanir av hesum, grannskoðan av um peningurin hevur rokkið sínum endamáli. Kanningar í Danmark hava víst, at danir hava brúkt 100 tals mió kr til m.a. at fáa langtíðararbeiðsleys út aftur á arbeiðsmarknaðin, men sambært almennum grannskoðanum og effektmátingum av hesum skattakrónum hevur tað víst seg, at peningurin als ikki hevur verið gagnnýttur optimalt, og at man hevur játta peningin til fánýtis. Meirjáttanin til økið hevur verið stýrt av signalpolitikki heldur enn, at man hevur gjørt sær greið mál fyri, hvat output, man hevur ynskt at fáa burturúr meirjáttanini t.d. hvussu stórt antal av langtíðararbeiðsleysum, man hevur ynskt at fáa aftur á arbeiðsmarknaðin umframt, hvussu hetta skal gerast.

Uttan at hava nakrar kanningar at vísa á, so eri eg stórliga bangin fyri, at støðan er ikki øðrvísi hjá okkum. Vit játta pengar til nógv ymisk endamál, so vit yvir fyri veljarunum kunnu siga, at vit hava raðfest økið. Vit mugu fara burtur frá signalpolitikki, har vit bara játta út í tóman heim og heldur seta okkum púra greið mál, hvat vit vilja fáa burturúr hvørjari skattakrónu, og ikki bara økja játtanir, tí tað sær gott út á papírinum ella við øðrum orðum, hvat nyttar tað at siga, at ”skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði” ? Tað er ein politisk uppgáva at gera sær greið endmál fyri, hvat pengarnir skulu brúkast til áðrenn teir verða játtaðir, og hvussu pengarnir best kunnu røkka sínum endamáli. Tað hevur skattaborgarin krav uppá at vita, til tess at tryggja gjøgnumskygni í fíggjararbeiðnum, og til tess at vit fáa ein sunnari og sterkari búskap, har meira fæst fyri minni.