Sólborg Dulavík
----
Hetta var tað fyrsta eg hugsaði, tá ið sagt varð frá endaligu avgerðina hjá Landsrættinum í “TAKSmálinum” um m.v.g. gjaldið.
Landsrætturin slerdi fast, at tað sum var farið fram var ólógligt, men bileigarin fær tó ikki peningin aftur.
Rodmundur Nielsen skrivar í Sosialinum 11 jan. 2010 við yvirskriftini : Undarlig almenn tøgn. Hann greiðir frá fyrra málinum í Føroya Rætti, har hann og Bjørn á Heygum stríddust fyri bileigarunum sum høvdu goldið ov nógv. Føroya Rættur gav teimum viðhald.
Eftir tað kærdi Landsstýrið, við Jóannes Eidesgård sum tá var fíggjarmálaráðharri , til Eystara Landsrætt.
Bjørn á Heygum sakførari, hevur so stríðst aftur fyri bileigararnar, og tað eigur hann tøkk fyri. Eystari Landsrættur kemur til somu niðurstøðu, at tað var ólógligt at krevja hettar m.v.g gjald, men bileigarin fær ikki ov nógv goldna peningin aftur.
Hvat skulu vit vænta okkum í framtíðini? Hettar er opinlýst brot á rættargongdina sum heild.
Undarlig almenn tøgn .Hví hoyra vit onki til tykkum politikarnar? Eru tit púra líkasælir?
Hvar er sjónvarpið við sínum public servic? Átti hettar mál ikki at verið tikið fram á sjónvarpsskíggjan so almenningurin kundi fingið eina frágreiðing um hvat tað var sum hendi og hvør álegði kravið um eyka m.v.g. gjald?
Eg ivist ikki eina løtu í, at vóru tað bileigararnir sum høvdu snýtt landið fyri 100 milliónir, høvdu teir sanniliga sloppið at goldið tað aftur. Okkara rættindi má verða at fáa eina frágreiðing frá Landsstýrinum. Minsta mark til endurgjald, má vera ein umbering fyri hettar grova ósketni.