Fyrr høvdu allar bygdir síni føstu støð, har ið menn hittust at frætta tíðindi og at práta um dagsins viðurskifti.
Mangastaðni hava tær nýggju tíðirnar mestsum beint fyri hesum hugnaliga fyribrigdi.
Men í summum bygdum eru enn føst savningarstøð, har menn kunnu standa í tímar og práta um leyst og fast.
Tað kundi vera undir einum húsum, ella einum neysti um kvøldarnar. Og um dagin var tað mangan bygdarkrambúðin, ella kanska posthúsið, sum er dagligt vagl hjá bygdarfólkinum tær fríløtur, sum eru.
Í so máta er Lorvík eitt nummarfyri seg.
Tí í Lorvík er tað hvørki neystaveggurin, krambúðin, ella húsaskotið, sum savnar fólkið.
Í Lorvík eru tað egningaskúrarnir sum alt lívið snarar um, ikki minst um kvøldarnar og leygardagarnar.
Tað er har, fólkið hittist, at lívið er, og heimskreppur verða loystar.
Lorvík er útróðrarbygd burturav.
Nú eru 12 fult riknir útróðrarbátar í bygdini,
At teir eru fult riknir, merkir, at menninir, sum hava teir, liva av útróðri burturav.
Fýra av bátunum er stórir, um 50 tons, hinir eru smærri.
Fyrr var trupult at rógva út í Lorvík, tí tá máttu bátarnir liggja í Fuglafjørði, og tað var ikki serliga høgligt.
? Tað fyrsta, avgerðandi framstigið kom fyrst í sjeytiárunum, táið verulig havn varð gjørd í Lorvík, sigur Ólavur Heinesen, sum er formaður í útróðrarfelagnum í Lorvík.
Men annað framstigið, sum var minst líka avgerð-andi, var táið egningarskúrarnir blivu bygdir seinast í sjeytiárunum
Í Lorvík eru 10 egningaskúrar, og teir eru allir í brúki dag um dag.
?Egningaskúrarnir gjørdu, tað, at útróðrarmenninir, sum til tá høvdu egnt umborð, fluttu egningina í land.
Egning ber orð fyri at vera, kalt, skitið og ónossligt arbeiði.
Men kortini vísti tað seg, at í Lorvík var tað skjótt, at ein stætt av meiri óvanligum egnarum tók seg upp.
? Í Lorvík vóru tað óvitarnir, pensjonistarnir og konufólkini, sum hertóku egningaskúrarnar frá fyrsta degi, sigur Ólavur Heinesen.
Hann sigur, at í Lorvík hava tað altíð verið konufólkini, óvitarnir og pensonistarnir, sum hava verið álitini í egningaskúrunum.
Men ein grundin til tað er kanska, at tá ið egningaskúrarnir komu, bleiv samstundis gjørt upp við gomlu mytuna um, at tað er skittligt og ónossligt arbeiði at egna.
? Egningaskúrarnir í Lorvík eru reinir og ljósir og tað er varmi í teimum.
Ólavur Heinesen sigur,m at Lorvíkingar fara sera væl um egningaskúrarnar, og nógvir teirra verða vaskaðir og skúraðir hvønn dag.
Og teir eru stórt arbei-spláss. Ólavur Heinesen sigur, at tað kunnu vera upp til 70 fólk og egna um dagarnar, ella um kvøldið.
? Og tað er alt skúlabørn, konufólk, pensjónistar, og onnur, sum ikki arbeiða á flakavirkinum.
Mundi verðið endin
Ólavur Heinesen sigur, at Lorvík var ein lívlig og virkin bygd øll áttatiárini.
? Men so mikið harðari rakti kreppan okkum, táið hon kom fyrst í nítiárunum.
? Flakavirkið í Lorvík, har eini 80 fólk vunnu til dagligt breyð, hoyknaði og mátti lata aftur.
? Og táið virkið fór, rykti tað eisini grundarlagið undan útróðrinum, tí tá bleiv tað so tvørligt at sleppa av við fiskin at tað bar næstan ikki til.
Kreppan rakti Lorvík so meint, at táið arbeiðsloysið var uppá tað mesta, ridlaði tað um 30%.
? Avleiðingin av hesum var ræðulig. At kalla ikki eitt einasta arbeiðspláss var í allari bygdini. Niðri á keiini var púra kvirt, oyði og bølamyrkt.
Og nógv sóu sær ongan annan útveg enn stinga í sekkin og taka til rýmingar.
Til dømis nevnir Ólavur, at í 1993, búðu 875 fólk í Lorvík. Í 1995 búðu bara 735 fólk í Lorvík, tvs, at tað vóru 140 fólk rýmd.
Talan var sostatt um eina afturgongd uppá 16%.
Men síðani fór at kvinka uppeftir aftur, og nú búgva 808 fólk í Lorvík.
Saman við flakavirkinum fóru eisini egningaskúrarnir, og SEV kappaði streymin
? Og tað mundi blivið endin á bygdini
? Eg eri púra sannførdur um, at lótu egningaskúrarnir aftur tá, blivu teir ongantíð aftur uppafturlætnir, sigur formaðurin í útrórðarfelagnum í Lorvík.
Ikki minst tí, at frystaríið hevði skjótt blivið oyðilagt.
? Men tá haldi eg, at lorvíkingar vístu, hvussu ótrúligt samanhald kann vera í einum lítlum samfelagið, táið tað er harðast kroyst, og, hvussu nógv tað hevur at siga.
Og ikki minst vísir hetta, hvussu treiskt eitt fólk kann vera.
Tann, sum ikki gav uppat tá, hann yvirlivir alt.
Ólavur Heinesen sigur, at útróðrarmenninir høvdu ein fund, har ið teir løgdu fitt av pengum á borðið, hóast ongir vóru fyri at forða fyri, at skúlarnir vórðu afturlætnir.
? Vit tóku upp samráðingar við SEV, sum var ómetaliga lagaligt og læt okkum fáa streym.
Endin var so, at útróðrarfelagið kom at dríva skúrarnar, sum um tað átti teir.
Ólavur Heinesen sigur kortini, at síðani hava lorvíkingar betalt upp til 70.000 um árið í SEV, onkuntíð meiri og tað er heldur ikki heilt onki, heldur hann.
?At egningaskúrarnir ikki fóru, bjargaði útróðrarbygdunum í Lorvík.Síðani tíðirnar vendu, er tað hent, at Kjartan Joensen hevur keypt egningaskúrarnar, men útróðrarmenninir leiga teir frá honum fyri eina sámuliga leigu, sum teir eru nøgdir við.
Vita, hvat tey tosa um
Ólavur Heinesen sigur, at frá fyrsta degi hevur tað verið so, at tað hava verið óvitarnir, báði gentur og drongir, pensjonistarnir, konufólkini, og so menn, sum ikki hava havt fast arbeiði á flakavirkinum, sum hava hertikið egningaskúrarnar.
? At tað eru so mong ymisk fólk uppií, ger, at fólk fær eina heilt aðra fatan av av útróðri og arbeiðslívi.
? Tað man verða sjálvdan, at bindiklubbaprát snýr seg um egning, men tað kemur fyri í Lorvík.
? Tað man heldur ikki vera vanligt, at blaðungar gentur fara at tosa um agn og, húkar og fløkjustampar, tá ið tær hittast á vegnum. Men tað kemur eisini fyri í Lorvík.
Ólavur Heinesen sigur, at egningaskúrarnir hava gjørt, at fólk, kunnu vera til nyttu, sum annars brúk ikki er fyri nakra staðni.
? T.d. pensjonistarnir. Nógvir eldri menn føla seg fullkomiliga kasseraðar, tí tað er ikki brúk fyri teimum nakrastaðni, hóast teir eru raskir og hava góða heilsu.
? Tí er tað reint balsam fyri sálina, at teir kunnu fara ein túr oman í egningaskúrin at egna nakrar stampar.
? Men tað skal eisini skoytast uppí, at nógvir mans, sum hava annað arbeiði, eru eisini óførir at taka eina hond í. Tí teir koma mangan oman í skúrarnar at taka nakrar stampar.
Men eg hugsi líka nógv, at tað er fyri prátið og fyri at hitta onnur fólk, sum tað er fyri pengarnar.
Tey fáa 90 krónur fyri stampin
? Og hjá óvitunum, og teimum ungu eru egningapengarnir eitt sera kærkomið ískoyti til lummapengarnar.
Ólavur sigur, at hetta fjølbroytta fólkaslagið, sum gongur í egningaskúrarnar, ger eisini, at konufólk og mannfólk, og ymisk ættarlið, verða samansjóðað uppá ein nógv øðrvísi máta, enn tey annars høvdu havt møguleika fyri.
? Og tað hevur eisini gjørt, at egningaskúrarnir eru blivnir savningarstaðið í bygdini. Táið Lorvíkingar fara sær ein túr, fara teir ofta oman í egningaskúrarnar at fáa sær eitt prát.
? Eg skal siga tær, at tað verða mangar heimskreppur loystar uppiyvir egningini, sigur Ólavur.
Hann sigur at enda, at nú sær hann ljóst uppá framtíðina aftur.
? Tað er væl av fiski at fáa og nú eru tvey virki í Lorvík, sum keypa fisk. Og prísurin er í topp.