Hønur og dunnur høvdu ongan møguleika, tá ókendir gerningsmenn skutu inn í búrini í Dragør mikunáttina.
Christian Hansen, sum er limur av Fjerkræforeningen Broen mitt í Dragør á strondini við Dragør Badeanstalt, er skelkaður og illur.
Mikunáttina hava ókeendir gerningsmenn oyðilagt allan hugnan við softgun og paintball-vápnum at skotið eina dunnu og tvær hønur og sært eina triðju so illa, at hon mátti avlívast.
Felagið hevur í skjótt 60 ár ligið á Batterivej heilt oman móti sjónum í Dragør og hevur verið eitt vældámt stað til útferðir fyri ferðafólk og onur, ið dáma at ganga langar túrar fram við sjóvarmálanum.
- Vit vita okkum ikki at hava nakrar fíggndar, sigur Christian Hansen.
Hvønn morgun verða búrini latin upp, og høsn, dunnur og gæs, ið ikki liggja á eggum, kunnu ferðast frítt í umráðnum við Dragør Strand, og ein tíma áðrenn sólin fer niður, verða tey latin inn aftur.
Men fyrsti limurin, ið møtti mikumorgunin gjørdist skelkaður við sjónini av deyðum og særdum fenaði.
Eingin veit enn, hvør hevur skotið fenaðin við paintball-vápnunum.