bogaskjóting
Í bólkinum dreingir compound mini luttók Helgi Lamhauge, Ørvur. Heilt stutt inn í kappingina slitnaði sleingjan hjá honum, bogi datt á gólvið og javnvágsstongin loysnaði so mikið, at ikki bar til at umvæla skaðan. Tí mátti hann skjóta víðari í kappingini uttan javnvágsstong, og er hetta til stóran ampa. Hóast hetta bleiv Helgi nr. 5 í bólkinum við 527 stigum. Í bólkinum vóru 17 luttakarir.
Í bólkinum dreingir compound kadet luttóku tríggir dreingir. Magnus Andreassen og Kaj Johannesen, báðir úr Ørvi, blivu ávikavist nr. 9 við 554 stigum og nr. 10 við 544 stigum. Kristoffer Andreasen, Ørvur, luttók eisini í hesum bólkinum, men varð noyddur at gevast, tá hann var komin í helvt, tí tað stykkið, sum heldur á stronginum, slitnaði og kundi ikki umvælast aftur.
Tá hetta hendi, lá hann á 10. plássi. Í bólkinum vóru 27 luttakarir.
Í bólkinum dreingir recurve kadet luttók Sjúrður Rein, Tambar. Eftir heldur slaka byrjan gekk betri og bleiv hann nr. 15 við 543 stigum. Í bólkinum vóru 35 luttakarir.