Millum teir 10.000 útlendingarnar, sum eru komnir til Føroya at síggja sólarmyrkingina, eru 50 fjølmiðlafólk.
Kendir fjølmiðlar sum Sky News, Al Jazeera, BBC, ITV, DR, TV2 og AP hava fólk í Føroyum og fara at dekka sólarmyrkingina í morgin.
Á myndini sæst tøkningur hjá Sky News, sum ger klárt til at senda beinleiðis úr Føroyum. Løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard, sum kom fram við, heilsaði upp á enska tøkningin.