GRÓTIÐ Á SUNDI: – Vit yvirtóku málið og hava ikki funnið aðra loysn til grótið, skriva Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar býráð til kaldbaksfólk
– Sáttmálin um at taka ímóti gróti frá undirsjóvartunlinum og leggja tað til vinnuøki á Sundi varð undirritaður í fjør av fyrrverandi býráðnum í Tórshavnar Kommunu. Sitandi býráð yvirtók hetta mál og hevur ikki funnið aðra loysn fyri grótinum.
Soleiðis skrivar býráðsmeirilutin í Havn, sum er Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, í brævi til staðbundnu nevndina í Kaldbak, kaldbaksnevndina, sum annars ikki hevur verið við í viðgerðini av hesum máli yvirhvør.
Býráðsmeirilutin sigur, at tá tað frættist, at grótið ikki kom fyrr enn í august, gjørdi samgongan av at flyta økið, har grótið skal leggjast, soleiðis at ein grønur geiri við Sundsánna verður varðveittur.
– Nú komu boð frá tunnilsfelagnum, at tað er framskundað at sleppa av við grótið, og tí fór arbeiðið aftur í gongd at gera fyribils koyriveg tvørturum ánna. Hesin vegur verður tikin burtur, tá arbeiðið er liðugt, so áin rennur frí aftur sum fyrr, skrivar meirilutin í Tórshavnar býráð.
Í brævinum sigur meirilutin eisini, at arbeiðið at gera klárt at taka ímóti grótinum hevði farið í gongd í dag, uttan mun til um fundurin við kaldbaksfólk varð hildin í morgin ella í næstu viku.
– Tí sáttmálin er langt síðan undirritaður og ongantíð uppsagdur, skriva teir sjey býráðslimirnir í brævinum, sum skal sissa kaldbaksfólk, sum at kalla hava stovnað eina fylking ímóti havnarútbyggingini á Sundi.
Víðari sigur meirilutin í brævinum, at Tórshavnar Kommuna sostatt hevur bundið seg til at taka ímóti grótinum, tá tunnilsfelagið hevur tørv á at sleppa av við tað.
– Forkvinnurnar í byggi- og býarskipanarnevndini (Marin Katrina Frýdal) og í náttúru- og umhvørvisnevndini (Turið Horn) eru uttanlands, og tær ynskja og eiga sjálvsagt at luttaka á fundinum við kaldbaksfólk. Tí varð fundurin fluttur frá í morgin 31. mai til 6. juni. Á hesum fundi vóna vit at fáa eitt gott kjak við kaldbaksfólk um menninga av einum framtíðar vinnuøki á Sundi, skrivar býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu í brævinum til kaldbaksnevndina.
Tórshavnar Býráð fer sostætt ikki at ganga ynskinum hjá kaldbaksfólki á møti um at finna annað stað til grótið. Tað er full semja í býráðnum um, at havnarøki skal gerast á Sundi. Allir býráðslimir samtyktu avtaluna um grótið frá Eysturoyartunlinum 30. november í fjør. Teirra millum eru eisini samgongulimirnir í Tórshavnar býráð, Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam og Bogi Andreasen. Tjóðveldi legði í síðsta valskeiði eisini fram uppskot um at flyta havnarútbyggingina í Havn inn á Sund og flyta alt farmavirksemi hjá Tórshavnar Havn inn á stund.
Umhvørvisstríðsfólkini í Kaldbak hava tí ongan góðan í Tórshavnar býráð, hvørki í andstøðu ella í samgongu, tí øll eru samd um, at vinnuvirksemi skal vera á Sundi, og at havnin á Sundi skal útbyggjast.
Við at trýsta á pílin á myndini ber til at síggja ein film, sum Facebook-bólkurin, »Ímóti náttúruoyðingini á Sundi« hevur gjørt.