Nógva skrivingin á serliga Facebook er ikki farin óænsað aftur við borðinum hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, Kára P. Højgaard.
- Tað er jú soleiðis, at revsikarmarnir í Føroyum eru júst teir somu, sum í Danmark. Hendan lógin varð dagførd í 2009, sigur Kári P. Højgaard.
Men nógva umrøðan av trupulleikanum hevur eisini fingið landsstýrismannin til at reagera.
- Í Føroyum hava vit eitt Revsirættarligt Ráð, og tað, sum eg kann upplýsa er, at eg fari at leggja málið fyri hetta ráðið til ummælis, og at eg eisini fari at reisa hetta málið í landsstýrinum, sigur Kári P. Højgaard.
Hann dugir ikki heilt at siga ítøkiliga, hvat hann kann gera við málið.
- Tað eru jú dómstólarnir, ið gera av, hvør revsingin skal verða, og hon er jú treytað av, hvørjar umstøðurnar eru í hvørjum einstøkum máli. Men eg haldi tað vera av týdningi, at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, og at tey stig, sum verða tikin, veruliga verða til bata, sigur Kári P. Højgaard.
Hann heldur annars, at vit skulu vera varin at lata okkum ríva við av stemninginum.
- Sjálvandi er hetta eitt álvarsmál, og sjálvandi mugu vit taka neyðugu stigini, sum sulu til, fyri at verja børnini, sigur Kári P. Højgaard.
Verja børnini
Hann nevnir sjálvur eitt ítøkiligt stig, sum kanska kundi verið tikið.
- Eitt, sum verður nevnt, er ein barnaváttan. Tað kann koma upp á tal, at arbeiðsplássini krevja eina barnaváttan, fyri at ein skal kunna arbeiða við børnum, sigur Kári P. Højgaard.
Verður hetta nakað, sum verður sett í gildi, so er spurningurin, hvør hevur ábyrgdina av hesum.
- Verður tað soleiðis, at allir arbeiðsgevarar, bæði privatir og almennir, skulu kunna krevja barnaváttanir, so mugu tey, ið søkja um starv, møta upp við einari revsiváttan. Í slíkum føri er tað arbeiðsmarknaðurin, og harvið Vinnumálaráðið, ið skal leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið, sigur Kári P. Højgaard.
Aðrastaðni verður gingið so vítt, sum at hava listar yvir fólk, sum eru dømd fyri pedofili, men Kári P. Højgaard er ivasamur í so máta.
- Eg haldi í hvussu er, at tey stig, vit koma at taka, verja børnini. Nú hava vit sum sagt eitt Revsirættarligt Ráð, og eg haldi, at tað er týdningarmikið, at málið verður viðgjørt har. So mugu vit taka støðu til tey tilmæli, ið ráðið kemur við, og hvørjar broytingar, vit eiga at gera, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í lógarmálum.