»Slóarblóð« sum framsýning á ólavsøku

Slóarblóð er Ólavssøkukframsýningin hjá Listafelagnum í ár. Slóin er beinið inni í horninum á seyði og øðrum kríatúrum, beinið, sum hornið situr uttaná. Myndin av blóðinum inn í slóini ímyndar tað, sum rørir seg hjá teimum, sum kanska fara at mynda listina her á landi í morgin og ovurmorgin.

Til at geva framsýningini rætta huglagið verður tónleikaframførsla við Guðrið Hansdóttir ólavs¬søkuaftan kl. 16.00.

Nýtt er, at luttøkan er avmarkað til tey millum 18 og 30. Undirtøkan hevur verið góð, eini 100 verk eru innkomin, og 56 verk eru vald burturúr. Listafólkini eru 18 í tali, javnt býtt millum kvinnur og menn, sum eru eru millum 19 og 30 ára gomul.

Verkini eru olju- og akrylmálningar, akvarellir, leirlist, prentlist, foto og filmslist.

- Listafelagið skipaði í 1948 fyri fyrstu Ólavsøkuframsýningini, og síðani hevur hon verið fastur táttur á ólavsøkuskránni, nakrar fáar ferðir í 1950´árunum undantiknar. Mong eru tey, sum fingu fingu ta fyrstu lista¬ligu viðurkenningina á framsýningini, sigur Listafelagið í tíðindaskrivi.

Tann siðin vil Listafelagið fegið varðveita, men á annan hátt. Tí er framsýningin broytt í ár. Til at skipa fyri heitti Listafelagið á teir báðar Jóannes Lamhauge og Heiðrik á Heygum, sum fúsir tóku av, og teir hava verið stak arbeiðssamir.

Stóri salurin í Listasavninum, sum er upprunaligi Listaskálin, er málaður og innrættaður serliga til Ólavssøkuframsýningina. Hon letur upp ólavssøkuaftan kl. 14 og endar 12. august.

Ólavssøkuframsýningin er í Listasavninum í Gundadali og er opin soleiðis:

Ólavssøkuaftan kl. 14-20 ? Gevið gætur: Guðrið Hansdóttir framførir kl. 16.

Ólavssøkukaftan 14-20

Síðani fram til 12. august í vanligu upplatingartíðini hjá Listasavninum.

Atgongumerki: 50 kr.