Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur
---
At Annikka Olsen landsstýriskvinna í dag setti spakan í til nýggjar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum í Klaksvík , er onki minni enn slóðbrótandi innan hetta økið í Føroyum.
Annika Olsen hevur stóra tøkk uppiborna fyri umsorgan og hjartalag fyri okkaru kæru við serligum avbjóðingum. Hesi , sum í áravís tolin hava staðið og bíðað aftarlaga í køini fyri at fáa eina íbúð, so tey kunnu fáa eitt meira virðiligt lív. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at tey ikki hava havt tað gott heima. M en tað er nú einaferð soleiðis , at foreldrini/avvarðandi eldast og hava ikki somu umstøður og orku at ansa teimum alt lívið. Øll hava vit eisini tørv á, at vera fyri okkum sjálvi.
Sum fyrrverandi forkvinna í sosialu nevnd føli eg hetta sum ein stóran dag. Júst hesar íbúðir í Klaksvík vóru eitt av mínum hjartamálum seinastu setu í býráðnum. Alt býráðið stuðlaði hesi verkætlan. Har eg sum forkvinna í sosialu nevnd somuleiðis hevði avbera gott samstarv við táverandi landsstýriskvinnu í almannamálum Rósu Samuelsen, sum legði hesa verkætlan fyri tingið. Síðan eg bleiv vald í løgtingið havi eg somuleiðis lagt nógva orku í fyri at fáa hesar íbúðir gjørdar til veruleika.
Hetta er eisini eitt gott dømi um, hvussu væl tað kann ganga, tá ið land og kommunur arbeiða saman, fyri at náa einum góðum úrsliti. Í hesum førinum hevur Klaksvíkar kommuna goldið fyri niðurtøku av gl. Læknahúsunum og skal gera stykkið byggibúgvi. Landið skal so byggja íbúðirnar og rinda raksturin.
Verkætlanin kemur væntandi at geva uml. 20 føst og støðug ársverk innan hetta økið í Klaksvík. Tað gleðast vit eisini um.
Øll í landstýrinum, løgtinginum og Klaksvíkar kommuna hava stóra tøkk uppiborna , at hendan slóðbrótandi verkætlanin nú gerst veruleiki .