Tann 20 ára gamla Megan Halavais gjørdist sjálvandi kløkk, tá ein hávur legði eftir henni í Bodega-víkini í Kalafornia. Men hon var kortini ikki í iva um, hvat hon skuldi gera, so hon tók akibrettið og sló hávin so hart við tí, sum hon orkaði. Hetta var eftir øllum at døma ikki tað, sum hávurin hevði væntað, so hann slapp sær til rýmingar.
Heilt snikkaleys slapp Megan Halavais kortini ikki frá tilburðinum, tí tað eydnaðist hávinum at geva henni eina skeinu frá lærinum niður á tjúkkan.
Løgreglan í Kalifornia heldur, at tað mundi vera ein stórur hvíthávur, sum legði á Megan Halavais. Tey seinastu árini hava fleiri hvíthávar gjørt um seg í Bodega-víkini, men aftan á tað seinasta álopið hava myndugleikarnir sett fólki forboð fyri at stuttleika sær har.