Føroya Fornminnissavn og Ferðaráð Føroya eru farin undir eitt søguligt samstarv. Talan er um eina trý ára norðurlendska ES verkætlan nevnd ?Destination Viking - Saga Lands - Sagas & Storytelling?.
Endamálið við hesi felags verkætlanini er í stuttum at gera søguna - serliga víkingatíðina - meiri sjónliga og at gera hana atkomuliga hjá ferðafólki.
Við í samstarvinum eru 17 partar úr 6 londum harav 2 innan ES: 2 partar eru úr Føroyum, 6 úr Íslandi, 2 úr Grønlandi, 3 úr Noregi, 2 úr Svøríki og 2 úr Skotlandi (Hetland og Orknoyar). Harafturat eru Gotland, Man og Kanada (New Foundland og Labrador) við sum eygleiðarar.
Sum heiti sigur, verður í allari verkætlanini bygt á tær íslendsku søgurnar, og verkætlanin fevnir tí um tey lond, sum eru partar av hesum søgum frá landnámstíðini og fyrra parti av miðøld. Søgulig støð og hendingar seinni í tíðini verða tó eisini umfatað av verkætlanini.
Føroyski parturin
Tann føroyski parturin av verkætlanini tekur støði í Sandoynni og Skúvoynni. Heima á Sandi eru týðilig tekin um umfatandi víkingabústaðir, og hetta økið er tískil eitt hitt mest áhugverda fornfrøðiliga granskingarumhvørvi í Føroyum. Skúvoyggin og Dímunar eru nógv umrøddar í føroyingasøguni. Har búði ma. Sigmundur Brestisson, sum um ár 1000 bar kristniboðskapin til føroyingar, og stríðið við ma. Trónd í Gøtu gevur okkum eina ímynding av tíðini, ið nevnd verður víkingatíðin.
Tann verkliga ætlanin er, at menna sonevndar søguleiðir (saga trails), ið byggja á føroyingasøgu og víkingatíð. Hesar søguleiðir fylgja fyri ein part teimum gomlu bygdagøtunum, og tí verður her mest talan um, skelting, viðlíkahald og varðveitslu av teimum verandi.
Serligir faldarar verða gjørdir, sum lýsa tey søguligu støðini, tann ferðandi kann vitja.
Tað skrivliga tilfarið verður gjørt á enskum, donskum og føroyskum, - føroysk fornminni og søga eru eins áhugaverd hjá okkum føroyingum sum hjá tí útlendska ferðamanninum.
Byrjað er við fyrsta stigi í verkætlanini, sum er at savna inn søguligar upplýsingar. Føroya Fornminnissavn stendur fyri størsta partinum av hesum arbeiði. Men tað, sum hevur við aðrar frásøgur og sagnir at gera, verður innsavnað av staðkendum fólki í Sandoynni og í Skúgvi. Innsavnanin verður gjørd í samstarvi við Marnu Jakobsen á Sandoyar Kunningarstovu og Julionnu Joensen á Sands bygdasavni.
Verkætlanin kann vera við til skapa virksemi á staðnum og eisini knýta onnur tiltøk og aðrar ætlanir at sær. Sum dømi kunnu nevnast, gisting, flutningur, bátatúrar, søla av minnislutum, sjónleikur, stevnur og framsýningar - bátaferðir og dansistevnur og onnur søgulig og siðsøgulig tiltøk.
Í marknaðarføringshøpi, er stórt virði í hjá Føroyum at vera við í einum breiðari netverki, sum er felags um eina slíka verkætlan. Av ítøkiligum felags tiltøkum er talan um eina felags heimasíðu, blaðið Viking Heritage Magazine og at enda eina bókaútgávu, sum lýsir virksemi í øllum londun-um hvørt sær.
Fíggjarkarmur.
Ísland er sum høvuðspartur leiðari av verkætlanini. Umsóknin til verkætlanina varð latin Northern Periphery Programme í september mánaða í fjørð og varð sum heild góðkend fyri jól.
Karmurin fyri alla verkætlanina er tilsamans um 7,5 mill. krónur. Við at vera partur av verkætlanini binda stovnarnir báðir seg til eina íløgu uppá 285.000 kr, meðan sama upphædd verður latin í stuðli, soleiðis at tann føroyska fíggjarætlanin verður um 570.000 kr í tey 3 árini -frá januar 2003 til desember 2005.
Føroya Fornminnissavn og Ferðaráð Føroya vóna at henda søguliga verkætlanin við innalendis samstarvi verður við til menna vinnulívið Sandoyar sýslu, sjónliggera søgu okkara og skapa møguleikar soleiðis, at ferðafólk - bæði einstaklingar og bólkar - fáa eina dygdar uppliving av og størri kunnleika um søgu okkara.