ELLISAKFØR
Tveir av sløkkiliðsbilunum hjá Klaksvíkar Sløkkiliði skulu í nærmastu framtíð flytast til Havnar. Teir skulu í varðveitslu hjá Føroya Ellisakførum, sum hevur innrættað gamla vatnbrunnin við Gráastein í Havn til at hýsa gomlum bilum.
M. a. hetta sæst at lesa í limablaðnum hjá Føroya Ellisakførum, sum komandi dagarnar eisini verður at fáa í leysasølu kring landið.
? Tað er vorðið alt ov trongligt á Sløkkiliðsstøðini, og tað er eisini fyri at bøta eitt sindur um hetta, at Sløkkiliðsstøðin og Klaksvíkar býráð ætla at lata Føroya Ellisakførum hesar báðar elstu bilarnar í varðveitslu, sigur Kári Kjelnæs, sløkkiliðsmeistari í Klaksvík.
Hann sigur, at talan er um tveir teir elstu bilarnar, sum sjáldan ella ongantíð verða nýttir. Annar er Bedford tangabilur. Hesin hevur eina ábygda lágtrýstpumpu og er innrættaður við manningarrúmi.
Hesin bilurin kom til Klaksvíkar í 1968 ? men verður sagt, at hann hevði staðið sum nýggjur, óbrúktur, á goymslu hjá leverandøri í tíggju ár. Um so er, so er bilurin frá 1958.
? Hóast bilurin hevur tænt fyri seg og er sera ótíðarhóskandi ? hann hevur onga hátrýstpumpu, hevur ikki powerstýring, o. s. fr., so er hann í góðum standi eftir aldrinum, sigur Kári Kjelnæs, sum leggur afturat, at bilurin var til sýn fyri einum góðum ári síðani ? og fekk ongan kross.
Hin bilurin, sum skal í varðveitslu hjá Føroya Ellisakførum, er gamli VW fólkavognurin. Hann kom til landið í 1974 og var útgjørdur við lítlari pumpu og einum 250 litra glasfipurtanga.
Seinnu árini hevur hesin bilurin tó mest verið nýttur sum amboðsbilur til pumpur og slangur umframt at hann eisini var eitt slag av »slangutendrara« ? og so sjálvandi eisini til at flyta fólkið við, sigur Kári Kjelnæs.
Sløkkiliðsmeistarin í Klaksvík sigur, at síðani tey í Klaksvík fingu Mercedesbilin við há- og lágtrýstpumpu í 1985, hevur Bedfordurin verið sera lítið brúktur ? fyri ikki at siga einki.
? Tó so, við eldsbrunan úti á Rógv á Skarðhamri og á Papcon á Viðareiði var gamli Bedfordurin nýttur til at spaða til Mercedesin ? og tað kom væl við, sigur hann.
Í fjør fekk sløkkiliðið í Klaksvík ein nýggjan VW, sum er munandi størri, og síðani tá hevur ikki verið brúk fyri 27 ára gamla fólkavognsrugbreyðinum.
? Vit átaka okkum fegnir hesa uppgávuna, sigur Brynjálvur Jensen, formaður í Føroyua Ellisakførum. Men tað er tó framvegis Klaksvíkar kommuna, sum eigur bilarnar báðar. Í avtaluni við okkum hevur kommunan treytað sær, at Klaksvíkar býráð altíð kann fáa bilarnar norður, um tey hava brúk fyri teimum til eitthvørt høvi, framsýning, ella hvat tað skal vera ? og verður farið undir at gera eitt savn í Klaksvík, ið kann hýsa bilunum einaferð í framtíðini, so fær kommunan bilarnar aftur, ynskir hon tað, sigur Brynjálvur Jensen.