Ein freistast til at halda, at fyriskipararnir av G! festivalinum hava traðkað veðurgudarnar á føturnar. Aftaná meira ella minni turkur í yvir ein mánað, valdi regnið at gera comeback í dag.
Í so at siga allan dag hevur regnað í Gøtu. Til tíðir hevur verið vón um, at tað skuldi slíta í, men so hevur ikki verið - enn.
Veðurforsøgnirnar siga, at seinni í kvøld og út á náttina skal tað vera lítið og einki regn.
Regnklæði og gummistilvar eru tó eitt must, um ein enn ætlar sær at koma á G! festivalin í kvøld.