Fyrsti partur í nýggjari dokumentarsendirøð um víðgitna tónleikabólkin, The Beatles, fer av barkastokki í Útvarpi Føroya fríggjakvøldið 18. Februar klokkan 19.00. Sendingarnar, sum ætlandi verða einar fimm í tali, eru hvør ein tíma til longdar.
Nú í vár eru tredivu ár liðin síðani The Beatles gavst at spæla. Samstundis varð punktum sett fyri eini tí mest glæsiligu virkisleið í tónleiki yvirhøvur. The Beatles breyt upp úr nýggjum og setta nýggja kós. Fáur einstaklingur ella bólkur hevur sum teir ávirkað og litað tónleikin, sum komin er hesi seinastu tríati árini.
Stóra ávirkan
The Beatles fekk eisini ovurstóra ávirkan á mentunarligu gongdina. Ungdómsbyltingarnar í sekstiárunum tóku seg ikki minst upp í kjalarvørri beatlanna. Teir ávirkaðu og førkaðu mótan, rúsevnisvanar, friðarhugsjónina, uppfatanina av eysturlendskari siðalæru og ? fremst av øllum ? tónleiki!
Útvarpsmaðurin, Suni Merkistein, og tøkningurin, Pauli Magnussen, gingu í fjørð heyst í slóðum beatlanna í heimbýnum, Liverpool, og við sær heim aftur høvdu teir upptøkur, sum fara at seta sín dám á sendingarnar. Greitt verður frá søguni um The Beatles frá fyrstu árunum í uppvøkstrinum og fram til slitið í 1970. Fleiri kut úr samrøðum við limirnar í The Beatles verða at hoyra í sendingunum.
Siga sína hugsan
Tónleikurin fær, sum vera man, drúgva umrøðu. Sum ein reyður tráður í sendingunum gongur tann røðin av føroyskum tóneikarum og yrkjarum, sum fara at siga sína hugsan um um bólkin. Ikki færri enn átjan eru teir í tali; Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Sunleif Rasmussen, Jóhannus á Rógvi Joensen, Bjarni Restorff, Óli Poulsen, Edvard Nyholm Debes, Martin Joensen, Zacharias Sørensen, Stanley Samuelsen, Martin Mouritsen, Jørgin Dahl, Kaj Johannesen, Jónleif Jensen, Djóni Andreasen, Rói Patursson, Hanus Andreasen og Heri Kragesteen.
Suni Merkistein leggur sendirøðina til rættis og Pauli Magnussen tekur sær av tøkniligu uppgávuni.