Slagið um Havnina I

B36-HB:
Eftir vónbrotið í fjør hevur HB nú fulla ferð á, og teir mugu metast sum favorittar, nú fyrra slagið um Havnina stendur fyri framman

Upptakt

Tað er ongan tíð lætt at seta nakran favoritt-leiklut á nakað lið í eini grannauppgerð, men mánadagin verður hetta kortini gjørt. Tað er nevnliga einki at ivast í, at HB eru favorittar, tá teir mánadagin fara á vøllin móti grannunum úr B36.
Eitt er, at HB søguliga hevur havt takið á B36, men hartil kemur spælið, sum liðini bæði hava sýnt higartil í ár.

HB hevur nevnliga snøgt sagt verið flúgvandi, og tveir sannførandi sigrar ímóti ávíkavist NSÍ og KÍ hava neyvan gjørt vónirnar um eitt gott HB ár minni.
Hinvegin var støðan júst hin sama um sama mundi í fjør, so góða byrjanin fær á ongan hátt tey í HB at leypa upp frá í ovfarakæti. Tó kunnu tey frøast um, at eingir skaðar av nøkrum slag tykjast gera seg galdandi á liðnum. Uni Arge hevur havt eitt sindur av pínu í rygginum, men roknað verður fyri vist, at hann verður við mánadagin.
Einasta ivamálið er Jóhannis Joensen, sum er staddur uttanlands, men møguliga fær hann borið soleiðis í bandi, at hann kortini verður við mánadagin.

Motorurin ivasamur
B36 hevur ikki fingið nakra vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men tó munnu tey í árstalsfelagnum iðra seg um stigamissin á Skála, eftir at liðið annars legði fyri við at vinna torføra útidystin í Klaksvík.
Síðani seinnu helvt av bólkaspælinum í steypakappingini hava avrikini hjá B36 tó ikki verið serliga støðug, og í øllum er ein eyðsýnd orsøk til hetta. Miðvallarmotorurin hjá liðnum, Klæmint Matras, hevur havt ein drúgvan skaða í fótinum, og uttan hann at gera tað skitna arbeiðið á miðvøllinum, gerast umstøðurnar hjá bæði verju og álopi nógv verri.
Nú er Klæmint tó spakuliga farin undir aftur venjingina, men tað er tó langt ífrá víst, at hann verður tøkur til grannauppgerðina, tó at tey flestu av teimum svørt/hvítu helst hava eina vón um, at so verður.

mynd, B36-HB
Í B36 vóna tey, at Klæmint Matras verður tøkur mánadagin, meðan HB ikki tykist hava stórvegis trupulleikar av skaðum