Miðalprísirnir á Fiskamarknaði Føroya vóru í gjár millum teir bestu, sum hava verið á marknaðinum í longri tíð. Toskur og havtaska hálaðu prísirnar uppeftir við søluna í gjár. Fiskamarknaður Føroya seldi gjáramorgunin góð 53 tons av fiski fyri eina góða miljón krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var rættiliga høgur og nógv hægri, enn hann annars plagar at vera ein vanligan søludag, nevniliga 18,88 krónur fyri kilo.
Orsøkin til góða miðalprísin í dag er í fyrsta lagi, at fittur partur av fiskinum á marknaðinum var havtaska, sum fór fyri millum góðar 28 og góðar 40 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri havtasku 2 og 3, sum størstu nøgdirnar vóru av, var ávikavist 36,93 og 34,72 krónur fyri kilo.
Lítlar og ongar nøgdir av upsa vórðu seldar á marknaðinum í gjár, og hetta hevði eisini sína ávikan á góða miðalprísin.
Heldur eingin frystur gulllaksur var á marknaðinum.
Størstu nøgdirnar á Fiskamarknaði Føroya í gjár vóru toskur og havtaska, ið eru fiskasløg, sum liggja ovarlaga í prísi millum onnur fiskasløg.
Toskur 3 og 4 fóru fyri miðalprísin 11,47 og 10,68.
Góð 2 tons vóru av toski 2, sum fekk miðalprísin 17,13 krónur fyri kilo.