Ísland fær meiri tosk í Barentshavinum

Nú norðmenn og russar hava gjørt av at hækka toskakvotuna í Barentshavinum ein triðing úr 750.000 tonsum í ár í eina millión tons næsta ár, vænta íslendingar eisini, at teirra kvota eystanfyri veksur ein triðing.

Eftir sáttmála millum Noreg, Russland og Ísland fáa íslendingar ein ávísan part av heildarkvotuni. Í ár hava íslendingar havt loyvi at fiska 5.700 tons í norskum sjógvi og 3.600 tons í tí russiska partinum. Verður býtið tað sama næsta ár, sleppa íslendsk skip at fiska 7.609 tons av toski í norskum øki og 4.756 tons í russiskum øki í 2013.

Føroysk skip sleppa ikki at fiska í norska partinum av Barentshavinum orsakað av trætuni um makrelin. Íslendski fiskiskapurin har er sambært trípartasáttmála, sum bleiv gjørdur millum Ísland, Noreg og Russland aftan á stríðið um Smoguna, og hann er galdandi til 2014.