Ísland legði bragdliga fyri

Tíðliga í morgun vann íslendska hondbóltslandsliðið 33-31 ímóti Russlandi. Íslendingar eru ógvuliga spentir í, hvussu tað fer at roynast hjá teirra landsliði í hondbólti fyri menn, sum luttekur í OL. Fyrsta royndin var tíðliga í morgun. Íslendingar spældu ímóti Russlandi, og talan var um intensa og spennandi uppgerð. Íslendingar vóru omaná alla tíðina. Stóri maðurin á íslendska liðnum var Snorri Steinn Guðjónsson, sum skoraði tólv mál. Søguliga hevur Russland havt gott tak á Íslandi í hondbólti. Fyri tveimum árum síðani eydnaðist tað Íslandi í EM endaspælinum at vinna á Russlandi, og at Ísland nú hevur gott tak á Russlandi var altso staðfest í morgun.