Íslendska stjórnin fer ikki fylgja ráðunum frá Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF, sum hevur mælt stjórnini til at hækka skattin á meðalinntøkum og at hækka meirvirðisgjaldið á matvørum.
-Tað kemur ikki upp á tal, sigur Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri.
Íslendska stjórnin bað IMF gera eina útgreining av landsins skattaskipan og koma við uppskotum um, hvat kann gerast fyri at økja inntøkurnar hjá ríkiskassanum tey næstu árini. Svarið frá grunninum var, at stjórnin eigur at hækka skattin á meðalinntøkum og meirvirðisgjaldið á matvørum.
Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, sigur við fjølmiðlarnar, at tað kemur ikki upp á tal at hækka inntøkuskattin á hesum sinni. Hinvegin heldur hon tað vera gott, at stjórnin kann fáa nakrar áskoðanir frá Altjóða Gjaldoyragrunninum.