Føroyska U19-landsliðið skuldi vinna dystin á íslendingum, um teir ætlaðu at enda kappingina á ein virðiligan hátt. So einkult var tað. Eisini við tí í huganum, at lítlubeiggjarnir á U17-landsliðnum longu hósdagin, høvdu hála ein sigur heim í teirra dysti móti Íslandi, so var ein sigur eitt krav.
Skoraðu í fyrsta álopinum
Vanliga ber illa til at tosa um, hvørt ein leiðsla var uppiborin ella ikki, tá bara nakrir fáir minuttir eru spældir. Men leiðslan, íslendingar tilognaðu sær aftan á átta minuttir vóru spældir á niðara vølli í Gundadali fyrra partin leygardagin, var ikki ímillum tær mest sannførandi, sum higartil eru sæddar.
Tá átta minuttir vóru spældir hevði alt koyrt eftir føroyskum treytum. Tí var tað sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, tá íslendingar skoraðu í sínum fyrsta veruliga álopi.
Føroyingar svaraðu tó skjótt aftur, og nakrar minuttir seinni stóð jøvnum 1-1. Føroyar fingu hornaspark í vinstru síðu, og bólturin varð sendur væl innfyri. Bæði verjuleikari og málverji fóru upp eftir bóltinum, men tað gekk ikki so væl hjá teimum, og tí var tað lætt hjá Jóhan Davidsen at trilla bóltin í tóma málið.
Hetta málið sá onkursvegna út til at verða startskotið til eina føroyska røð av álopum, og var tað var eisini í ein ávísan mun. Tíverri høvdu føroyingar sama trupulleikan, sum teir hava havt í øllum teimum undanfarnu dystunum: neyvleikin og at tað altíð vantaði akkurát tað allar seinasta fyri at fáa bóltin í netið.
Eitt fínt dømi um hetta er, tá eitt korter var spælt av fyrra hálvleiki. Bogi Løkin ger alt rætt í høgru síðu, tá hann fær bóltin og driblar seg leysan. Sloppin av við íslendingin hyggur hann upp, og leggur bóltin væl inn í feltið, har Pætur T. Jørgensen er komin framvið.
Ólukkutíð er Pætur júst eina tonn ov stuttur til innleggið, og tískil sleppur bólturin at sigla allan vegin tvørtur um brotsteigin uttan at nakar fekk hendur á honum.
Brendu brotsspark
Liðini bæði fóru til hálvleiks við hvør sínum máli í skjáttuni. Í seinna hálvleiki komu føroyingar betri frá byrjan enn íslendingar, og tá eitt korter var farið, fingu føroyingar strítt seg fram til eitt brotsspark.
Skálaleikarin Levi Hansen varð settur at skjóta, men skot hansara var ikki av teimum allar bestu, og Magnús Helgasson í íslendska málinum tveitti seg til høgru og vardi fyri. Íslendingar vóru eisini fyrstir á returinum, og so var tann vandin av.
Júst henda brotssparksstøðan er eisini ein fín mynd av føroyska liðnum í kappingini. Tá teir uppløgdu málmøguleikarnir komu, vóru føroyingar ikki nóg neyvir og tá so ein minni møguleiki kom seinni, sum væl kundi havt givið mál - í hesum førinum brotssparksretururin - vóru føroyingarnir ikki klárir.
Skoraðu í síðstu løtu
Tá so føroyingar ikki taka av tilboðunum, tá tað stendur teimum í boði, er tað, at liðið verður revsað. Bert tríggjar minuttir fyri leiklok fara íslendingar í eitt kontra álop. Við føroysku verjuni framman fyri sær íslendski bólthavarin, at ein av hansara viðleikarum hevur sett ferð á. Í allarbesta Michael Laudrup stíli lyftur hann bóltin hegnisliga upp um verjuna til áleyparan, sum nú er púra leysur við Rógva Ryggshamar. Hann er kaldur og leggur bóltin trygt í netið og íslendingar eru á gosi.
Løtu seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð, og íslendski sigurin var ein veruleiki. Føroyingar bæði róptu og ýldu og bankaðu niður í svørðin av øði um ósigurin, meðan íslendingar dansaðu og sungu sum høvdu teir vunnið kappingina.
Hetta var dysturin um fimta plássið, og hann taptu føroyingar. Teir taptu eisini tveir aðrar dystir og vunnu bara tann eina, so reint úrslitaliga var kappingin miseydnað. Leikliga er so sikkurt og vist, at U19-landsliðið hevur fingið okkurt burtur úr, men har eru avgjørt nógv at arbeiða við hjá venjaranum næstu tíðina.