Íslands mentararinnrás í Føroyum

Í septembur fara tveir íslendskir sjónleikarabólkar og ein tónleikabólkur at vitja í Føroyum. Tey fara at framføra báði í Tórshavn og úti í Nólsoy. Bólkarnir leggja stóran dent á at hava tætt samband við áskoðaran, og stórur dentur verður lagdur á form og undirhaldsvirði.

Leikbólkurin Stoppleikhópurinn sýnir virðislønta leikin Bólu-Hjálmar, sum er um hetta fjølgávaða almúguskald, ið alla sína tíð mátti líða undir fátækt, illvilja frá grannum sínum og órættvísi frá myndugleikunum. Hann legði eftir seg stórfingnan skaldskap, har mótstøðumenn hansara fáa av at vita.
Tríggir leikarar siga merkisverdu søguna um Hjálmar - við songi, leiki og lótum. Sýningin hevur hugtikið báði ung og gomul og fekk Grímuvirðisløn sum besta barna- og ungdómssýning í Íslandi 2009. Men leikurin talar til øll, sum eru opin fyri hugmyndaríkari og kraftfullari leiklist við spenningi og skemti í hóskandi lutfalli.
Leikfelagið er professionelt, og hevur 15 ár á baki.
Søgan um Jørund
Tímamótaverksmiðjan sýnir leik um Jørund Hundadagakong, ið tók valdið í Íslandi frá danska-norska konginum og sjálvur gjørdist einaræðisharri í landinum bláa summarið 1809.
Søgan um Jørund er ótrúlig. Hann var fyrsti dani, sum sigldi kring knøttin, og harumframt var hann á stórhvalaveiði í Suðurhøvum, landkannari og njósnari. Men hann drakk illa og hevði ta sjúkligu trongd at spæla um pengar, kom sær í óføri og varð dømdur í útlegd í Tasmaniu. Søguna siga tveir leikarar og tríggir tónleikarar: Spæl, songur, dansur og frágreiðing eru samantvinnað.
Leikstjóri til báðum sýningum er Ágústa Skúladóttir, sum áður hevur sett leikir upp í Føroyum. Hon stjórnaði leikunum Í Geyma eftir Dánjal Hoydal og Havgird, sum Royndin í Nólsoy skrivaði og framførdi. Eisini hevur hon undirvíst á Leiklistaskúlanum hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya.
Høvundarnir til bæði leikritini eru við í tónleikabólkinum.



Ljótu býttlingarnir
Tónleikabólkurin Hljótu hálfvitarnir, tað er Ljótu býttlingarnir, er ein hin best umtókti tónleikabólkurin í Íslandi og sigst vera hin stuttligasti, gløggasti og mest undirhaldandi tónleikabólkurin í landinum.
Framførslur teirra eru verdar at uppliva. Sjálvir siga teir seg bert vera nakrar óbúnar býttlingar av Norðurlandinum, sum royna at hugna sær saman. Í bólkinum eru níggju menn, sum spæla á mong ymisk ljóðføri. Framførslurnar eru eitt slag av kabarett, har skemt og spæligleði liggja fremst í huga.
Fríggjadagin 24. septembur kl. 21 spæla Ljótu hálfvitarnir á Reinsarínum. Atgongumerkini kosta 120 kr.
Leygardagin 25. septembur kl. 15 verða leikirnir Bólu-Hjálmar og Jörundur Hundadagakongur sýndir hvør eftir annan í Sjónleikarhúsinum. Samanlagt vara framførslurnar 2 tímar. Kl. 21 sama kvøld føra Ljótu hálfvitarnir fram, eisini í Sjónleikarhúsinum.
Atgongumerki fyri báðar sjónleikir kosta 120 kr. fyri vaksin – 60 kr. fyri børn.
Atgongumerki fyri framførsluna hjá Ljótu hálfvitunum um kvøldið kosta 120 kr.
Kostnaður fyri allar tríggjar sýningar: 200 kr.
Sunnudagin 26. septembur kl. 17 verða báðir sjónleikirnir og tónleikaframførslan sett saman og sýnd í Royndarhúsinum í Nólsoy - við hóskandi steðgi millum sýningarnar.
Tað er ikki av tilvild, at sjónleikarar og tonleikarar ferðast saman á hesi ferðini. Ein av tónleikarunum í Ljótu Býttlingunum, Thorgeiri Tryggvason, er formaður fyri Amatørsjónleikarafelagnum í Íslandi og var tí vertur fyri NEATA-festivalinum, sum var á Akureyri í august.
Og sum nevnt hava limir í tónleikabólkinum skrivað leikritini til teir báðar sjónleikirnir, sum verða sýndir á ferðini til Føroya.