Slangan rockaði og swingaði

Hóskvøldið hevði skráin á Jazzfestivalinum nógv gott at bjóða, men Big Fat Snake staðfestu sína støðu sum ein konsertbólkur av teimum heilt góðu. Tað rockaði og swingaði sum sjáldan áður í fullsetta konsertsalinum, og fólk fekk fult viðri fyri peningin og rættiliga fitt afturat. Eg veit ikki, um grasið á tekjuni á Norðurlandahúsinum reisti seg, men tað gjørdi lurtarafjøldin í hvussu er

Dagfinn Olsen

Myndir: Álvur Haraldsen


Jazzfestivalurin helt fram hóskvøldið, og tey, ið vóru hjástødd eru helst samd um, at tey, ið ikki høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið til Big Fat Snake, gingu glipp av eini góðari konsert við einum av bestu konsertbólkunum í Danmark.

Men fyrst var tað Candyfloss, ið setti hol á skránna. Hetta er dugnaligur ungdómur frá Herlev Musikskole.


Sirm

Síðani fór fløguaktuelli bólkurin Sirm á pallin í konserthøllini. Tór Verland Johansen og Hans Petur í Brekkunum eru føroysku menninir í bólkinum. Teir eru oddamenn í hesum bólkinum, sum annars er norðurlendskur tónleikabólkur.

Sirm hevði eina flotta framførslu. Eini 10 tónleikarar vóru á pallinum og tónleikararnir prógvaðu sín dugnaskap. At strúkarar eisini kryddraðu stillu løgini, riggaði avbera væl. Hóast ungir, so hava Tór Verland og Hans Petur longu fyri nógvum árum síðani prógvað síni evni og teir gjørdu tað einaferð enn hóskvøldið.

Skincoatnúr Danmark spældu í musikkcafeini. Einfaldur tónleikur, ið ljómaði væl. Minti viðhvørt um eitt gott kvøld við Ronnie og Kolbein og Co.

Men Skincoat høvdu eitt sindur meira, enn einfalda tónleikin og bólkurin er eini kendur í Keypmannahavn og hava spælt á kendum støðum har. Kanska ein bólkur, ið vit hoyra meira til seinni.


Trio

Tri Toykeat úr Finnlandi og Dynamite Vikings úr Danmark vóru partur av kappingini ella framvísanini av ungum og evnaríkum norðurlendskum bólkum.

Dynamite Vikings er trio við dugnaligari manning. Sjálvir hava teir nevnt sín tónleik jazzetnofreebluesrock, og tað eru royndir menn, ið eru við og óivað menn, ið hava framtíðina innan jazzin fyri sær.

Trio Toykeat bjóðaði eitt villari upplivilsi við kontrabassi, trumum og el-guitari. Finnar eru serstakir, tá um jazz ræður, og tað var nakað heilt serligt at hoyra og síggja teir 3 geva við fullum huga og gera ymiskt, ið bert kundi fáa lurtarafjøldina at smílast og at sita framvegis, hóast syruta tónleikin og ?skeivu? tónarnar, ið vanligi lurtarin ikki hevur á fløguhillini. Til dømis at leika guitar við einum trummupinni, tað sær ein ikki hvønn dag.


Big Fat Snake

Tað var ein sera væl upplagdur bólkur, ið átti síðsta partin av hóskvøldinum.

Big Fat Snake skuffaði ongan. Tað rockaði og swingaði so fagurliga, sum sjáldan áður í Norðurlandahúsinum. Eg veit ikki, um grasið á tekjuni á Norðurlandahúsinum reisti seg, men tað gjørdi lurtarafjøldin í hvussu er.

Áðrenn konsertina søgdu tónleikararnir, at teir ikki vistu, um nakar kendi teir í Føroyum. Men teir høvdu onga orsøk at óttast. Fólk sang við og í grundini gjørdi tað einki, um ein ikki frammanundan kendi øll løgini.

Big Fat Snake vóru feitir, fyri at nýta nýmótans orð. Tað var eitt upplivilsi av einari aðrari verð. Væl samanspældir spældu teir eini 3 - 4 løg, áðrenn fyrsti steðgurin kom og og framúr góði sangarin Anders Blichfeldt setti seg í samband við fjøldina. Við góðum úrsliti. Og fleiri ferðir fekk hann fjøldina at syngja.

Neyvan eru orð, ið til fulnar kunnu lýsa Big Fat Snake á palli á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivali 1999. Men ein hin besti live-bólkurin í Danmark var so avgjørt besti live-bólkurin í Føroyum hóskvøldið. Hesir royndu rocktónleikarar, sum tryggir spældu sín swingandi rock, so eingin í salinum slapp heilt snikkaleysur.

Men handan stóra avrikið lá kanska ein sonn gleði yvir, at kvøldið gekk so væl og at fólk tóku ímóti. Teir spardu seg ikki á pallinum og sjónligt var, at talan var ikki um eitt arbeiði, ið skuldi fáast frá hondini. Nei, her var talan um veruliga gleði og orku og samskifti millum bólk og áhoyrara. Tað var, sum kundu lurtararnir ikki sleppa bólkinum og eftir at hava spælt 2 eykaløg, tóktist tað, sum manningin á pallinum veruliga skuldi ?gearast? niður, áðren teir hildu leiðina av pallinum. Tað tóktist, sum høvdu teir eina líka góða løtu, sum vit í salinum. Helst hava teir vunnið sær nakrar Big Fat Snake fjepparar afturat og vónandi leita teir hendaveg aftur. Orð eru fátøk. Gott!!